Essays eftir Jørgen-Frantz Jacobsen út

"Den yderste kyst - og andre essays" er heitið á savni eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, sum kom út á føðingardegi høvundans síðsta mánadag

Tey, sum kenna skaldsøguna "Barbaru" eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, fara í savninum "Den yderste kyst - og andre essays" at kenna aftur rúgvu av viðurskiftum, sum ganga aftur í skaldsøguni, ið kom út eftir deyða høvundans. Lýsingar av býlinginum á Reyni stava týðiliga frá egnum uppvøkstri, eins og lýsingarnar av fínu almúguni, sum sigst hava mentaskap og virðing sum nútímans fólk ikki hava ferilin av.

Ansur Jørgen-Frantz Jacobsens fyri Danmark og Fraklandi kann eingin vera í iva um, men klangbotnurin er til eina og hvørja tíð føroyskur. Føroyar eru altíð bakgrundin, og uttan mun til, hvar høvundurin er, og nærum uttan mun til, hvat hann lýsir, eru myndirnar og samanberingarnar føroyskar. Tað ber til at siga, at Tórshavn er sjónhornið.

Jógvan Isaksen, bókmentafrøðingur, hevur valt essayini út og skrivað eftirmælið í savninum, sum kom út á 99 ára føðingardegi Jørgen-Frantz Jacobsens, sum var 29. nov. Elsta essayið er frá 1922, "En ung færing på Frankrigsfærd". Tað er eitt bræv til William Heinesen. Yngsta essayið er skrivað í 1936, stóð upprunaliga í Politiken, og eitur "Den yderste kyst.

Tað er forlagið Fisher & Schou, ið gevur savnið út.