21 ára gamla Ester Kristiansen frá Norðskála hevur um dagarnar latið enn eitt lag av hondum.
Sangurin eitur »Hann eg kenni« og hevur Ester skrivað bæði orð og lag, ið hon sjálv syngur. Benjamin Petersen spælir gittar, Per Ingvaldur Højgaard trummur meðan Mikael Blak tekur sær av hinum ljóðførunum. Benjamin Petersen hevur miksað og Óli Poulsen hevur mastrað.
Sjálv kallar Ester sangin fyri ein summarsang, sum hon vónar at fólk fara at taka væl í móti.
Ester framførdi á Útoyggjastevnuni, sum var við Gjógv farna vikuskifti, og hon skal á pall við bólki fyri fyrstu ferð á tónleikatiltakinum Við Brúnna á Oyrarbakka, sum verður 12. juli.
Hoyr nýggja lagið hjá Ester »Hann eg kenni« við at trýsta á pílin undir myndini.
Fyrsta lagið, sum Ester gjørdi, var »Elska teg« og næsta lagið var »Einsamøll«.