Estland hevur svarað aftur

Í góða summarveðrinum kendist tað sum køld pøs av vatni í andlitið á føroyska fótbóltslandsliðnum, tá ið Estland eitt korter undan leikloki legði seg á odda 4-3. Málskjútti var Novikov, sum royndi seg úr uttanvert brotsteigin, eftir uppspæl í borðinum og út frá. Tað tóktist sum, at sýnið hjá Jákupi Mikkelsen ikki var so gott.

Frá tí at Føroyar høvdu javnað til 3-3, og inntil Estland aftur legði seg framum, vóru føroyingar rættuliga væl við. Súni Olsen hevði í hesi løtuni fína roynd, eftir at innskifti Høgni Madsen hevði lagt upp á tvørs.

 

kári nielsen fyri súna ol