Estlendsk vitjan hjá Fólkaflokkinum

Fyrrverandi kommunustiski andstøðingurin og síðani estiski forsætisráðharrin, Mart Laar, verður gestaræðari á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum

Landsfundur

Hetta vikuskiftið hevur Fólkaflokkurin landsfund. Siðvenja er, at flokkurin til fundin hevur gestarøðara, og soleiðis verður aftur hesaferð.
Talan er um 45 ára gamla Mart Laar úr Estlandi, sum í 1992 - bara 32 ára gamal - gjørdist fyrsti Estlendski forsætisráðharrin eftir demokratiseringina í landinum. Ta ferðina sat hann sum stjórnarleiðari fram til 1995, og aftur í tíðarskeiðnum 1999-2001 var hann stjórnarleiðari.
Mart Laar er annars útbúgvin søgufrøðingur, og hann hevur eisini givið út áhugaverdar bøkur um søguna hjá Estlandi. Bersøgna skriving hansara um estiska frælsisbardagan bar eisini við sær, at kommunistiska stýrið longu í 80'unum fekk ilt eyga til hansara. Men samstundis mundi hetta eisini vera ein av orsøkunum til, at hon alt fyri eitt fekk hópin av atkvøðum, tá fyrsta valið var á skránni.
Í fyrra tíðarskeiðinum sum stjórnarleiðari hevur fyrrverandi andstøðingurin møtumiklu uppgávuna at fáa estiska búskapin og politisku skipanina sum heild at virka nøktandi. Og tó at hetta var eitt trupult tíðarskeið, so varð her settur skjøtul á tilgongdina, sum hevur gjørt estiska búskapin til ein hin skjótast vaksandi í Europa.
Sjálvur sigur Mart Laar, at ein liberalisering hevur verið størsta atvoldin til vøksturin. Tað vil siga, at almenna stýringin er sum minst, skatturin er lækkaður munandi, og marknaðarkreftirnar eru slpnar at ráða. Skattaskipanin, sum hann var við til at seta í verk, er sonevnd flat-tax, og væntandi fer ein partur av røðu hansara at snúgva seg um hetta evnið.
Saman við sær á ferðini hevur Mart Laar eisini konu sína, Katrin Laar.