Tað hevur verið ógvuliga ófriðarligt í indiska landspartinum Assam teir seinastu dagarnar, har harðir bardagar hava verið millum muslimskar innflytarar og bodo-fólkið, sum eru hinduar.
Myndugleikarnir siga, at minst 42 fólk hava latið lív í bardøgunum, og at 13 onnur eru horvin. Umleið 170.000 fólk eru flýdd frá húsi og heimi, og meiri enn 500 bygdir eru brunnar í grund.
Bardagarnir hava vart eina viku, og stjórnin hevur nú sent 6.000 hermenn og løgreglumenn til Assam at steðga ófriðinum. Stjórnin hevur givið hermonnunum heimild til at skjóta við skørpum, um teir stríðandi partarnir ikki gera eftir boðum frá herinum ella løgregluni.
Assam er í landnyrðingspartinum av India.