Europa Cup: Dánjal skoraði sigursmálið í sigri í Prag

ÍBV vann fyrra dystin móti Dukla Prag í Europa Cup kappingini

Tvey sekund undan dystarloki gjørdist Dánjal Ragnarsson stóra hetjan hjá ÍBV, tá hann skoraði sigursmálið til 34-33 í fyrra Europa Cup dystinum niðri í Prag í Kekkia móti Dukla Prag.

 

Dánjal fekk eina góða sending fram til strikuna, og so var at gera skjótt av, og hann setti bóltin hegnisliga í netið, og so kundu hann og liðfelagarnir stórfegnast um ein flottan sigur.

 

Dánjal og føroyski liðfelagin, Janus Dam Djurhuus skutu tvey mál hvør í dag.

 

Í morgin klokkan 17 møtast liðini aftur. Í dag var ÍBV tekniska heimaliðið.

 

HER  ber til at síggja allan dystin. Fólk gera væl í at spola/scrowla fram til dystarendan.