Europa Cup menn: Føroyingaliðini skulu til Litava og Luksemborg

Valur skal spæla í fyrsta umfarinum og ÍBV í øðrum umfarinum

Tvey føroyingalið í bestu íslendsku mansdeildini í hondbólti vóru eisini í pottinum, tá drigið var til fyrstu umførini í Europa Cup kappingini.

 

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali trektu Granitas Karys úr Litava í fyrsta umfarinum. Dystirnir skulu spælast millum 9. og 17. september. 

 

Megnar Valur at vinna seg til annað umfarið skulu teir spæla móti Pölva Serviti úr Estlandi.

 

Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus vóru við til at vinna íslendska meistaraskapið farna kappingarár, og skal ÍBV royna seg í øðrum umfarinum í Europa Cup kappingini.

 

ÍBV trekti Red Boys Dif­fer­d­ange úr Luksemborg í øðrum umfarinum.

 

Dystirnir í øðrum umfarinum skulu spælast millum 14. og 22. oktober.