Frá 2015 fáa Europa League vinnararnir eitt pláss í Champions League árið eftir. Tað hevur UEFA váttað.
Tað skrivar BBC Sports.
Hetta verður gjørt fyri at økja um áhugan fyri næststørstu europeisku kappingini.
Avgerðin varð tikin á kongressini hjá UEFA eftir samráðingar i mánaðar millum UEFA og European Club Association.
Olympiska Stadium í Berlin verður karmur um Champions League finaluna í 2015, meðan Europa League fialan verður leikt á National Stadium í Warshava.
Chmpions League skapar munandi fleiri inntøkur og miðlapláss enn Europa League. UEFA hevur roynt fleiri átøk fyri at skapa áhuga, eitt nú at skifta navnið frá UEFA Cup til verandi navn í 2009.
Sum er detta nummar trý í bólkaspælinum í Champions League niður í Europa League. Í ár stóð finalan millum tvey lið, sum komu við í kappingina á tann hátt, tá Chelsea vann 2-1 á Benfica í Amsterdam.