Fótbóltur
Leingi sá tað heilt gott út hjá B68. Tá ið tað 2. august í 17. umfari endaði við 3-0 heimasigri á B36, bendi støðutalvan á, at toftamenn kundu bjóða HB av í kappingini um gullkrónurnar.
Síðani hevur tað gingið av skriðuni hjá B68, sum ongantíð hevur vunnið fulla úrtøku burtur úr fýra teimum seinastu royndunum. At úrtøkan hevur verið so soltin sæst aftur á støðutalvuni. Nú er B68 á fimta plássi, og harvið hongur europeiska luttøkan í nógv klænri tráði, enn hon tóktist gera fyrr í summar.
Hjá fuglfiðingum hevur tað heldur ikki gingið so ógvuliga væl, men kortini so frægt, at hóttanin av niðurflyting er seks stig burtur. Í Fuglafirði kenna teir seg ikki vera slopnar heilt undan hóttanini av niðurflyting, og tí hevði tað komið ógvuliga væl við at vunnið stig á Toftum.
Hjá ÍF eru miðverjin Bartal Eliasen og miðvallarin Frank Poulsen leikbannaðir. Roknað verður við, at Høgni Zachariasen, sum fyri viku síðani sat á beinkinum, hesa ferð verður førur fyri at spæla. Andy Olsen, sum kanska hevur verið tann besti hjá ÍF í ár, var ikki førur fyri at spæla fyri einari viku síðani. Tað verður vónað, at Andy fer at verða førur fyri at spæla sunnudagin.
Mikudagin var næstbesta B68 liðið í Vági, har útsettur dystur í 1. deild var á skránni. Kristian Anton Andreasen, sum hevur verið nógv skaddur, og tískil ikki hevur verið førur fyri at spæla á besta liðnum, er um at koma fyri seg aftur. Tí var tað óheppið, at hann tíðliga í dystinum mikudagin noyddist skaddur av vøllinum.
Pól Jóhannes Justinussen, sum er undir 21 ár og tískil hevur loyvi at spæla fleiri ferðir um vikuna, var við í Vági, har hann skoraði. Á Toftum vóna teir, at avrikið mikukvøldið fer at lyfta støðið uppaftur.
Tað hevur alstóran týdning fyri vónirnar hjá B68 at sleppa longri upp á stigatalvuna og harvið at økja um europeisku møguleikarnar, at Øssur Hansen aftur verður førur fyri at spæla. Enn er tað ikki greitt, um Øssur verður førur fyri at spæla sunnudagin.
Tá ið B68 26. apríl vitjaði í Fuglafirði vann ÍF 3-2. Tá ið ÍF í 13. umfari vitjaði á Svangaskarði, vann heimaliðið 2-1.