Europa stendur upp á spæl

Lyklauppgerð um europeisku luttøkuna næsta ár er á skránni, tá ið NSÍ fær vitjan av KÍ

EB/Streymur er framvegis við í kappingini. Men tað slepst ikki uttanum, at talan er um sera avgerandi uppgerð, tá ið NSÍ seinnapartin fær vitjan av KÍ. Felags fyri NSÍ og KÍ er, at tað í feløgunum verður lagdur stórur dentur á, at tað skal eydnast at vinna liðið fram aftur í europeiska luttøku.

Felags fyri bæði feløgini er, at stórur dentur verður lagdur á at menna spælarar í næstbestu deildini. NSÍ liðið hevur staðið seg væl, og í gjár var lagið gott í Klaksvík, tá ið tað við sigri á HB eydnaðist at varðveita liðið í 1. deild.

Í báðum innanhýsis uppgerðunum fyrr í ár millum bestu liðini hjá NSÍ og KÍ endaði tað javnt. Við Løkin var KÍ greitt omaná, og tað sá út til, at klaksvíkingar fóru at vinna við fína málinum, sum Henry Heinesen skoraði miðskeiðis í 1. hálvleiki. Innskifti Debes Danielsen javnaði við síðsta sparkinum í dystinum!

Í Klaksvík endaði tað 2-2, og aftur ta ferðina misti KÍ í síðstu løtu. Tá var tað Christian Høgni Jacobsen, sum tríggjar minuttir undan leikloki javnaði.

Tað er lættari hjá NSÍ at góðtaka javnleik enn hjá KÍ. NSÍ er eitt stig og betri málmun frammanfyri KÍ.

Hjá KÍ er Bárður J. Heinesen tøkur aftur eftir leikbann, og hjá NSÍ er Haraldur R. Højgaard burturstaddur.