European Cup: VÍF tapti við tveimum málum í fyrra dystinum

Filip Jojic skoraði heilar 17 ferðir fyri VÍF móti SSV Brixen

VÍF stendur framvegis við einum góðum møguleika at vinna seg víðari til fjórða umfarið í European Cup.

 

Fyrri dysturin móti italska liðnum, SSV Brixen í høllini í Vestmanna endaði við teprum 37-35 sigri til italska liðið. VÍF var á odda 18-17 í steðginum.

 

SSV Brixen var tekniskt heimalið í dagsins dysti. 

 

Filip Jojic gjørdi veruliga vart við seg við at skjóta heili 17 mál fyri VÍF.

 

Í morgin klokkan 17 møtast liðini aftur í høllini í Vestmanna, har VÍF kann vinna seg víðari í kappingini við at vinna ein trímálssigur ella ein størri sigur.

 

SSV Brixen-VÍF 37-35 (17-18) - fyrri dystur 3. umfar í European Cup 

 

VÍF: Filip Jojic 17, Tróndur Johnsson 4, Hallur Arason 4, Magnus Müller 3, Jón Müller 2, Sjúrður Olsen 2, Kristian Jensen 1, Andrias Eriksen 1, Johannes Bjørgvin 1. 

 

Mladen Mjerimacka bjargaði sambært hagtølunum 24,44 prosent av skotroyndunum hjá SSV Brixen.