European League: Hákun skoraði fýra mál móti sínum komandi liði

Skanderborg Århus tapti fyri Füchse Berlin á útivølli

Í kvøld slapp Hákun West av Teigum at royna seg móti sínum komandi arbeiðsgevara, Füchse Berlin í EHF European League.

 

Hákun og liðfelagarnir í Skanderborg Århus spældu í kvøld fyrra dystin móti týska stórliðnum í Max Schmelling høllini í Berlin.

 

Füchse vann dystin 30-24. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-13.

 

Hákun smæddist ikki burtur, men skoraði fýra mál í kvøld.

 

Füchse er oddalið í bólki D við 10 stigum. Skanderborg Århus er næstfremst við átta stigum.

 

Komandi týskvøld vitjar Füchse Skanderborg Århus, ið vónandi kann bíta meir frá sær tá.

 

Áðrenn tað, komandi sunnudag spælir Skanderborg Århus móti Esbjerg-Ribe á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.