Framvegis ger vatnflóð um seg í stórum pørtum av Mið-Europa, og túsundtals fólk eru enn noydd at fara frá húsi og heimi bara við tí mest neyðuga við sær í viðførinum.
Tíggjutúsundtals menniskju eru biðin um at flyta heimanífrá, meðan brúna flóðvatnið leggur alsamt størri umráði undir seg í bæði Týsklandi, Eysturríki og Tjekkia.
Men eisini í Ungarn vísa loftmyndir, at í fleiri støðum eru tað bara reyðar tekjur, ið koma undan, meðan alt annað er undir í vatni.
Framvegis er líkt til, at tað fer at fløða enn meira í Donau, umframt Isar, og í Elben.