Europeche heitir á ES um at avmarka føroyska atgongd

Felagsskapurin Europeche vil nú hava ES at seta tiltøk í verk móti føroyskum og norskum fiskaútflutningi, tí londini eftir teirra tykki hava ásett sær ov stórar kvotur av makreli.

 

Eftir at Føroyar og Noreg hava ásett sær makrelkvotur fyri árið í ár, hevur hetta ført til reaktiónir í ES-londunum. 

 

Felagsskapurin, Europeche, har flestu fiskimannafeløg í ES eru limir, heitir nú á ES um at steðga Føroyum og Noregi, sum hava ásett sær eginkvotur av makreli.

 

Europeche sigur sambært kystmagasinet.no, at Føroyar og Noreg ovfiska makrelstovnin, og felagsskapurin heldur ikki, at makrelveiðan hjá Føroyum og Noregi er burðardygg.

 

Felagsskapurin heldur, at londini reka ábyrgdarleysa veiði eftir makreli.

 

Tí heitir Europeche á ES-nevndina um at steðga Føroyum og Noregi, og her verður eitt nú víst á møguleikan ikki at keypa føroyskar og norskar fiskavørur.

 

Norski fiskimálaráðharrin, Bjørnar Skjæran, hevur ásett Noregi eina makrelkvotu á 278.222 tons fyri 2022.

 

Okkara landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Árni Skaale, hevur ásett Føroyum eina makrelkvotu fyri 2022 á 155.804 tons.

 

Á árliga fundinum í London seint í oktober í fjør samdust strandarlondini um, at mest loyvda veiða eftir makreli í ár skuldi vera 794.920 tons. Men, semja er ikki millum strandarlondini um, hvussu hesi tonsini skulu býtast.

 

Tey 155.804 tonsini, sum Føroyar hava tillutað sær fyri 2022, svara til 19,6 prosent av mest loyvdu veiði fyri árið, og Europeche heldur, at norsku og føroysku kvoturnar, sum londini sjálvi hava ásett sær, eru alt ov stórar.

 

##med2##

 

 

 

Makrelur er virðismikil fiskur, men ósemja er um, hvussu makrelurin skal býtast millum strandarlondini.