Eurovision-legenda dámar lagið hjá føroyska Reiley

Norska Eurovision-legendan Alexander Rybak dámar væl lagið hjá føroyska Reiley.

Tað stundar til, at stóra Eurovision-finalan verður leygardagin 13. mai, og tað merkist upp á fleiri mátar. Eitt nú eru luttakararnir aktivir á sosialu miðlunum, nú seinastu fyrireikingarnar eru í gongd.

 

Eisini onnur, sum fylgja við, eru spent. Ein av teimum er norski Alexander Rybak, sum vann Eurovision-kappingina í 2010 við sanginum "Fairytale".

 

Alexander Rybak plagar at leggja videobrot út, har hann spælir violin til síni yndisløg í Eurovision. Hetta hevur hann aftur gjørt í ár, og í dag legði hann eitt videobrot út, har hann spælir sangin hjá føroyska Reiley, "Breaking My Heart", sum skal umboða Danmark í ár.

 

– As tradition goes, I’m having some violin fun with my favorite Eurovision songs this year! Reiley from Denmark has a super catchy pop tune!! Who is your favorite this year? skrivar hann á Instagram.

 

Hygg at videobrotinum HER.