Leygardagin skipaðu Føroya Triathlon Felag og Hósvíkar Róðrarfelag fyri havsvimjikappingini Selatrað-Hósvík. Eitt konufólk og 10 mannfólk kappaðust um at svimja tveir kilometra langa teinin, ið Sundafergan á sinni sigldi, og tók tað skjótasta svimjaranum smáar 45 minuttir. Sera stutt var millum vinnaran og nummar tvey, og fylgdust Evald Rasmussen og Gunnar Dahl-Olsen stóran part av teininum. Mitt á fjørðinum mistu teir hvønn annan í aldunum, og tí visti eingin av hvør øðrum, fyrr enn komið var á mál. Evald var tann fyrri og vann framman fyri Gunnar, og á triðja plássi kom Kári Simonsen. Rói í Dali, sum vann Nólsoyarsvimjingina í ár, kom ov langt norður, og tí mátti hann hesa ferð taka til takkar við einum fjórðaplássi.