Evald í finaluna

Føroyski rennarin, Evald við Garð, tryggjaði sær seinnapartin mánadagin pláss í finaluni í 800 metra renning fyri menn.
Henda finalan varð avgreidd seinnapartin í gjár, týsdag, so vit megnaðu ikki at fáa hetta við innan evsta mark var farið.
Evald, sum rann í geil nummar sjey, endaði á einum fjórða plássi við tíðini 2,02.46 minuttir.