Vánaliga gongdin hjá Everton heldur fram. Eftir at teir í fjør endaðu á 5. plássi í Premier League, so hava teir í ár havt ógvuliga ilt við at endurtaka bragdið. Eftir at ikki hava vunnið í fimm dystum á rað, so var møguleikin til staðar í kvøld, tá ið West Bromwich vitjaði á Goodison Park.
Everton hevði bróðurpartin av spælinum og skapti eisini nakrar góðar málmøguleikar. Tann størsti var ein minutt fyri hálvleik, tá ið Everton fekk tillutað brotsspark eftir at Joleon Lescott hevði nortið bóltin við hondini. Kevin Mirallas varð settur at skjóta, men hann misnýtti gylta møguleikan. Bólturin brast í stongina og út.
Í seinna hálvleiki legði Everton stórt trýst á, men tað eydnaðist teimum ikki at bróta ígjøgnum verjukenda West Bromwich-liðið, sum ikki hevði eitt skot á mál í dystinum. Dysturin endaði 0-0 og Everton hevur nú ikki vunnið í seks dystum á rað í Premier League.
Tómgongdin hevur ført við sær, at Everton nú er á 12. plássi einans fýra stig frá niðurflytingarstrikuni. West Bromwich er á 14. plássi trý stig frá niðurflytingarstrikuni.