Fýra lið verða í bólkinum hjá KÍ, og bólkaspælið verður spælt í Føroyum í august mánaði. Lutakastið fer fram á tann hátt, at eitt lið verður drigið úr hvørjum av teimum fýra bólkunum niðanfyri. KÍ hevur góðan møguleika at draga Everton, tí SV Neulengbach verður vertur fyri einari kapping og kann tí ikki koma í bólkin hjá KÍ - valið í styrkisbólki 1 stendur tí millum Vál og Everton.