Fótbóltsskúli
Fótbóltssambandið hevur boðað frá, at tríggir av fýra fótbóltsskúlum, sum FSF skipa fyri næstu vikurnar, eru fullteknaðir.
Men nú fáa børn og ung ein nýggjan møguleika at sleppa á fótbóltsskúla, áðrenn summarferian av álvara byrar.
Mikudagin 28. juni og hósdagin 29. juni skipar KÍ fyri spennandi fótbóltsskúla í Klaksvík.
Høvuðsvenjari á KÍ fótbóltsskúlanum verður Tony Farrell, sum er venjari á fótbóltsskúlanum hjá Premier League felagnum Everton FC. Tony Farrell venur dagliga nakrar av mest lovandi spælarunum í enskum fótbólti, og hann kemur til Føroya at standa fyri venjingini á KÍ fótbóltsskúlanum.
Everton Academy hevur fostrað nógvar góðar fótbóltsspælarar, og ein tann best umtalað spælarin í HM-kappingini í Týsklandi í løtuni, Wayne Rooney, hevur fingið sína ungdómsvenjing í Everton.
Umframt venjaran úr Everton verða aðrir royndir ungdómsvenjarar við á KÍ Fótbóltsskúlanum Tony Paris, Eyðun Klakstein, Finn Johannesen, Pól F. Joensen og landsliðsmálmaðurin Jákup Mikkelsen, sum kemur at standa fyri málmansvenjingini.
Gentur og dreingir í aldrinum 10 til 16 ár (árg. 1990-1995) kunnu tekna seg til skúlan, men avmarkað tal av luttakarum sleppur við. Skúlin kostar 400 krónur fyri hvønn luttakara, og seinasta freist fyri tilmelding er fríggjadagin 23. juni.
KÍ fótbóltsskúlin verður hildin frá kl. 10.00 til 15.00 hvønn dag. Á middegi fáa luttakararnir døgurða í Café KÍ.
Meira er frætta um tilmelding á heimasíðuni www.ki-klaksvik.fo