Býarlívið í føroyska høvuðsstaðum er tvídeilt hendan bítandi kalda sunnumorgunin.
Klubbagarðurin er á tremur við fullum fólki, sum skimast eftir einum taxabili uttan fyri Tinghúsvøllin. Mannamúgvan ætlar sær til hús, tí náttarstøðini hava latið dyrnar aftur.
Í Vágsbotni eru hinvegin fleiri tilkomnir havnarmenn júst komnir á føtur. Fleiri hava tikið hendurnar aftur um bak, meðan teir eru savnaðir til eitt morgunprát við bátahylin.
Men hesir báðir eru í ongamannalandi.
Hans Edward Andreasen og Páll Oddur Rubeksen sita á einum hvítklæddum bonki í Vágsbotni. Teir smakka sær á dovnaðu ølirnar við jøvnum millumbili. Ikki tí, at tað er tørvur á tí. Báðir hava fingið ríkiligt at drekka.
Hans Edward hevur fyri løtu síðan spælt í Club20 við bólkinum Zink. Hann er tungur í huga og velur at rýma aftaná konsertina. Hann leitar sær oman í Vágsbotn, har hann finnur Páll Odd, sum situr og hyggur út á havið.
Hans Edward finnur sær skjótt ein sess og greiður frá sínu neyð fyri argandi sangskrivarunum í Páll Finni Páll. Hann vil burtur. Hann tímir ikki at spæla á føroyskum diskotekklubbum og ølklubbum hvørt vikuskiftið. Og Páll Oddur er skiljandi. Hann leggur punkarinum úr Zink eina við, at hann skal troyta møguleikan, um hann ynskir tað. Páll Oddur sigur tað aftur og aftur.
Tá verður avgerðin brádliga tikin.
Hans Edward ætlar at verða rokkstjørna.
Gingið skjótt
Hans Edward Andreasen og The Dreams eru eftir fáum árum vorðnar stjørnur á tónleikahválvinum.
Teir fýra droymandi punkrokkararnir úr Havn, sum mynda bólkin, hava fingið gjøgnumbrot í Føroyum, lagt Danmark fyri sínar føtur og hava seinastu mánaðirnar vunnið seg støðugt fram á hitlistarnar í Evropa, síðan bólkurin gav fyrstu fløguna út í 2006.
Hans Edward Andreasen tók stig til bólkin fyri seks árum síðan. Við kensluligum, rastleysum og deprimerandi tekstum, hevur havnarmaðurin vunnið sær serstøðu í føroyska tónleikaheiminum. Hann er millum fremstu tónasmiðirnar í landinum.
At síggja til hóskar hann væl til myndina av einum punkara. Hann er klæddur ein ljósabláan kovboyjakka, og undir keppinum, sum ber orðini “PunkBasic”, hevur hann sýtt og svart hár, tá hann støkkur inn á gólvið í Miðlahúsinum.
Hans Edward Andresen fekk tónleikin í blóðið, tá hann sum smádrongur plagdi at spæla gittar við pápanum. Hann er sonur Óla Hans Andreasen, sum í áttatiárunum var oddamaður í bólkinum Funkies. Evnini vóru sjónlig hjá lítla og ágrýtna dreinginum, sum skjótt varð spáddur at hava eina bjarta framtíð.
Men undir skræðuni var veruleikin kortini ikki so einfaldur.
Sivic broytti bakaran
Hans Edward droymdi seg sum tannáringur burtur á stórar altjóðar fótbóltsvøllir. Hann var evnaríkur fótbóltsspælari, og umframt at ganga undan á ungdómsliðunum hjá B36, sendu U17-landsliðsvenjararnir boð eftir unga havnarmanninum.
Men tað fekk ein bráðan enda. Tónleikurin hevur altíð havt stóra rúmd í lívinum hjá Hans Edward, og hann royndi stundum at líkjast sínum fyrimyndum. Hann litaði sær hárið í heilum. Tað hóvaði ikki serbiska venjaranum Tomislav Sivic, at hansara ungdómsleikari hevði reytt, grønt og blátt hár. Hann var av tí sannføring, at Hans Edward tók ikki fótbóltsspælið í álvara, og tí gjørdi Sivic ikki mætari enn at tveita hann av liðnum. Tá dró tónleikurin av álvara.
Hann tók stig til bólkin Zink, sum spældi fjákutan og babyrokkaratónleik, sum Hans Edward tekur til. Sangirnir, sum Zink lat frá sær, eru um limirnar í bólkinum. Fløgan “Totally Love Songs” kom á føroysku gøturnar í 2003 við sangum sum “Lumpaður” og “Alt mítt lív”.
Men Hans Edward hevði hug til meira enn at ballast og at spæla fjákutan tónleik. Hann kundi ikki torga at sita handan skrivaborðini í skúlanum, og aftaná níggju ár í Kommunuskúlanum fór hann í læru sum bakari hjá Gunnleiv við einum endamáli. At gera mammu sína nøgda.
- Mamma væntaði ongantíð, at eg fór at standa meg sum tónleikara. Hon hevði sæð í einum blað, at Gunnleivur lýsti eftir lærlingi, og fyri at trygga mítt grundarlag, fekk eg greið boð at søkja starvið. Áðrenn eg visti, var eg útlærdur bakari, sigur hann.
Hans Edward minnist, at hann lærdi nógv um lívið, meðan hann mól millum tær eldru konurnar, grov rugbreyð og stórar lagkøkur. Men hann visti samstundis væl, at útbúgvingin var bara eitt stig á leiðini, áðrenn hann fór at vinna seg á rokktindin.
Hann arbeiddi um náttina, og skrivaði sangir til Zink um morgunin og kvøldið.
- Konurnar á arbeiðsplássinum søgdu stundum við meg, at eg rann eftir lívinum. At eg rann aftaná einum toki, sum fór buldrandi framvið. Eg skilji ikki, hvussu eg havi klárað tað. Eg var ongantíð serliga væl upplagdur, og eg svav upp til fýra tímar hvønn dag í fleiri mánaðir, greiðir Hans Edward frá.
Hann var útbúgvin sum 20 ára gamal í 2003.
Tungur í huga
Árið eftir rann punkrokkarin inn í ein stóran múr.
Hans Edward hevði gjørt uppreistur móti foreldrunum, tí hann valdi aðra lívsleið, enn honum var álagt. Úrslitið var, at familjan misti sambandið so líðandi.
Hann varð uppsagdur vegna sparingar og noyddist at siga íbúðina og bilin frá sær. Harafturat var daman farin frá honum.
Hans Edward var í einari fúlari depressión.
- Hesir mánaðirnir vóru ræðuligir. Eg var fullkomiliga í knúsi mentalt. Eg vaks upp í einum “hard-core” umhvørvi í Havn, og tað var ikki kul at práta um kenslur. Eg royndi at gera vart við trupulleikan, men vinmenninir høvdu ikki peiling av, hvat eg tosaði um. Eg var ein tapari og fekk einki frá hondini. Tað er hendan tíðin í mínum lívi, sum sereyðkennir tekstirnar á donsku fløguni hjá okkum. Mín hugburður er, at allar upplivingar geva tí einstaka snið. Eg eri fyri so vítt glaður fyri depressiónina nú, tí eg virðismeti lívið í størri mun. Men eg hevði ongantíð farið gjøgnum tað sama aftur. Ongantíð, slær Hans Edward fast.
Hansara trongd at flyta av landinum var ovurhondsstór. Fyrst og fremst, tí hann vildi rýma undan depressiónini. Men hann ynskti eisini at menna sín tónleik, og tað vóru umstøðurnar ikki til í Føroyum.
The Dreams, sum taldi tríggjar av limunum í Zink, byrjaði í 2004, men gjørdi lítið vart við seg fyrsta árið.
Aftaná fullamannaprátið við Páll Oddur, tók Hans Edward bara møguleikan. Hann hevði 5.200 krónur á VISA-kortinum, tá hann bíðlegði hann einvegis ferðaseðil til Danmarkar.
Uttan stórvegis viðføri, uttan pengar og uttan bústað stóð hann floghavnini í Vágum. Hann ætlaði at vinna seg fram við The Dreams.
- Tað var ein fullkomin vesalaváttan. Men eg hevði einki annað. Fyrstu tíðina svav eg hjá einum vinmanni, sum hann og daman høvdu í Keypmannahavn. Tað bar sjálvsagt ikki til. So flutti eg til fastur mína, sum eg hevði ikki sæð ella hoyrt frá í fleiri ár. Eg hevði ongar pengar. Tí ansaði eg eftir børnunum hjá henni og manninum hvørt vikuskifti í fleiri mánaðnir. Eg kom so smátt fyri meg, og síðan hevur bara gingið ein veg, sigur Hans Edward.
Fastur hansara er Linda Andrews, sum vann donsku sangkappingina X-Factor í 2009. Maður hennara syrgdi fyri, at Hans Edward og The Dreams teknaðu seg til sjónvarpsrøðina MTV ACUT, sum MTV stóð fyri í september í 2005. Og við sanginum “Don’t” sum var einasti sangurin, sum The Dreams hevði, gjørdu teir vart við seg fyri fyrstu ferð.
Tað er byrjanin. Byrjanin hjá fýra punkrokkarum úr føroyska høvuðsstaðnum, sum tóku lut í donsku útgávuni av Global Battle of the Bands. Byrjanin til fyrireikingarnar til danska Melodix Grand Prix, har bólkurin rakk fjórða plássinum í kappingini. Byrjanin til samstarvið við umboðsmannin Chief1. Byrjanin til sangirnar “Sasasasa”, “Backstabber”, “La’ mig være”, “Under the sun”, og fleiri aðarar, sum hava bergtikið føroyingar, danir, týskarar og óteljandi evropearar.
Byrjanin til lívið hjá Hans Edwardi Andreasen sum rokkstjørna.
FAKTA:
Navn: Hans Edward Andreasen
Aldur: 26 ár
Føðingardagur: 12. november í 1983, Tórshavn
Útbúgvin sum bakari
Arbeiði: Tónleikari
Bólkur: The Dreams