Evnisdagur um trygd á sjónum

Fríggjadagin skipar Føroya Sjómansskúli saman við skipaeftirlitinum fyri evnisdegi um trygd á sjónum

Trygd á sjónum er eitt ógvuliga stórt og víttfevnandi evni, og undirvísingin á til dømis Sjómansskúlanum snýr seg næstan bert um hetta evnið. Um hugt verður eftir teimum stóru lærugreinunum á skúlanum, so sum siglingarfrøði, skipstøkni, skipsfyrisiting, sjórætti, sjóreglum, GMDSS og øðrum lærugreinum við, so er felags fyri hesar trygd á sjónum.
IMO og aðrir altjóða stovnar gera í rúgvuvís av konventiónum og resolutiónum, sum snúgva seg um trygdina á sjónum.
Tá evnið er so víttfevnandi, hevur Sjómansskúlin saman við Skipaeftirlitinum gjørt av, at hesin evnisdagur um trygdina skal verða eitt afturvendandi árligt tiltak, har fyri tað fyrsta aktuell evni verða viðgjørt umframt ymsa kunning.
Eitt hugskot er, at í framtíðini verður skipað fyri degnum nakað eftir, at løgtingið hevur viðgjørt ta árligu frágreiðingina frá Skipaeftirlitinum, soleiðis, at hon eisini kann vera ein partur av teimum komandi evnisdøgunum.
Evnisdagurin í ár er ætlaður sum eitt byrjunarstig, og verða evnini og tíðin eisini avmarkað.