Evniskvøld um happing

Týskvøldið 28. oktober skipar Margarinfabrikkin fyri einum evniskvøldi um happing. Kanningar vísa, at happing er ein stórur trupulleiki millum børn og ung, bæði í skúlunum og aðrastaðni

Kvøldið byrjar við einum fyrilestri, sum Bergur Godtfred heldur.
Bergur er lærari og ráðgevari og arbeiðir eitt nú við at basa happing í føroyskum skúlum.
Síðan hugleiðir Angela Petersen um, hvussu tað er at verða happaður, tí tú ert øðrvísi og ikki ert líka sum hini. Angela er pedagogur, leiðari av frítíðskúlanum í Badmintonhøllini og kend fyri sínar sendingar fyri børn í sjónvarpinum. At enda er orðaskifti um, hvussu vit kunnu gera enda á happingini.
                Fyrilesturin er annar í eini røð, sum ætlanin er at halda í Margarinfabrikkini í vetur.
Kvøldið byrjar kl. 20.00 og endar umleið kl. 21.30.