Tað er eyðsæð, at evropiskir myndugleikar taka hóttanina um yvirgang í størsta álvara eftir atsóknina í París fríggjakvøldið.
Úr øllum Evropa hoyrast tíðindi um, at myndugleikarnir eru á varðhaldi og taka allan illgruna um yvirgang í størsta álvara.
Í gjárkvøldið, eftir at týskir myndugleikar høvdu handtikið trý fólk seinnapartin, bleiv tað mesta av sosialum lívi í Hannover avbrotið. Ætlaði fótbóltsdysturin millum Týskland og Holland bleiv avlýstur, meðan ein konsert, sum skuldi vera í býnum, varð útsett.
Í dag eru fleiri fráboðanir komnar um, at løgreglan hevur rikið fólk úr støðum, tí vandi hevur verið á ferð.
Terminal 3 í Kastrup varð stongdur fyrrapartin, eftir at ein illgrunaverd taska varð funnin í terminalinum, og í París vórðu fólk eisini rikin úr stóru tokstøðini, Gare du Nord, vegna illgruna um eina yvirgangsatsókn. Í báðum førum var talan um falska ávaring. Fyri løtu síðani fór bumbupatruljan hjá svensku løgregluni til býin Bjärnum í Skåne, eftir at ein maður legði ein illgrunaverdan pakka uttan fyri ein banka í býnum. Enn er ikki greitt, um nakar veruligur vandi var á ferð.
Fleiri evropisk lond, teirra millum Danmark, Noreg og Svøríki, hava hækkað teirra tilbúgvingarstøði eftir álopini í París og í Svøríki leitar løgreglan í løtuni eftir einum manni, sum teir hava illgruna til kann vera yvirgangsmaður. Samstundis hevur IS í dag boða frá, at teir hava gjørt av við tveir gíslar, ein norðmann og ein kinesara, eftir at norska og kinesiska stjórnin ikki vildu rinda loysigjald fyri menninar.