Evropeiska heilivágseftirlitið hevur í dag góðkent tvey sløg av vaksinu ímóti beinkríminum Influensa A ella H1N1. Samstundis hevur eftirlitið mælt myndugleikunum í teimum politisku myndugleikunum til at góðkenna tey bæði sløgini.
Vaksinurnar hava fingið nøvnini Pandemrix og Focetria og eru frá heilivágsfyritøkunum GlaxoSmithKline og Novartis.
Í ES-londunum kunnu vaksinurnar tó ikki brúkast, fyrr enn ES-nevndin hevur góðkent tilmælið hjá heilivágseftirlitinum, og tað fer væntandi at taka millum 10 og 20 dagar, sigur DR.