##med2##
Flogbólts-Føroyar hava stórfingna vitjan í hesum døgum.
Forsetin í evropeisku flogbóltssamgonguni, Aleksandar Boričić vitjar í Føroyum, og hann er her á vitjan bæði fyri at stuðla føroyskum flogbólti, men eisini fyri at stuðla royndini hjá Føroyum at vinna olympiska viðurkenning.
Aleksandar Boričić er hugtikin av tí sum hann upplivdi í spennandi fimmsettaranum í kvinnufinaluni, har SÍ vann 3-2 á Mjølni.
Aleksandar Boričić greiðir frá, at í framtíðini verður EM í flogbólti víðkað úr 16 liðum upp til 24 lið, og hann fiskar eftir, at føroyingar kunnu betra seg og møguliga nærkast einum EM-endaspæli í framtíðini.