Evropeiskt met: Fekk síl á 32,5 pund

- Hetta er ein fantastisk kensla eftir í fleiri ár at hava roynt at fingið fatur í einum slíkum, sigur frítíðarfiskimaðurin.

Ælabogasílið, sum danski frítíðarfiskimaðurin, Klaus Hansen, fekk í Vesthimmerland Put & Take-kappingini í vikuni, slær helst øll met, bæði í Danmark og Evropa. Sílið vigaði nevniliga 32,5 pund.

 

Í løtuni verður tó bíðað eftir metgóðkenningini hjá teimum, sum taka sær av slíkum. Gamla danska P&T-metið fyri ælabogasíl er frá 27. september í 2016, tá danin, Casper Larsen, fekk eitt ælabogasíl sum vigaði 25,1 pund.

 

Klaus Hansen er av dugnaligastu P&T frítíðarfiskarum, og tí er eingin ovfarin av, at júst hann hevur fingið velduga stóra ælabogasílið. Sjálvur sigur hann soleiðis um upplivilsið, hann hevði í vikuni, tá tað eydnaðist honum at fáa eitt av teimum heilt stóru ælabogasílunum.

 

- Eg fekk sílið við flugu í fiskikapping í Vesthimmerland. Hetta er ein fantastisk kensla eftir í fleiri ár at hava roynt at fingið fatur í einum slíkum. Eg eri ein ógvuliga glaður og errin maður, sigur Klaus Hansen við www.fiskeavisen.dk