Trý av teimum deyðu vóru børn, tveir fýra og tíggju ára gamlir dreingir og ein tíggju ára gomul genta. Fimm fólk vóru á lívi, og tey vórðu alt fyri eitt løgd inn á sjúkrahús. Írsku læknarnir siga, at tey eru sera illa fyri, men at tað gongur tann rætta vegin.
Írski lastbilaførarin, sum koyrdi eina bingju við skrivstovuútgerð úr havnini í býnum Waterford til eitt vinnuøki í býnum Wexford, varnaðist, at onkur bankaði inni í bingjuni. Tá hann lat hurðarnar upp, fann hann átta deyð fólk og fimm, sum enn vóru á lívi. Summi teirra høvdu mist virið.
Írsku myndugleikarnir vita ikki, hvaðani fólkini eru, men hildið verður, at tey eru annaðhvørt turkar ella rumenar. Myndugleikarnir vita heldur ikki, hvar tey eru farin inn í bingjuna. Bingjan við skrivstovuútgerðini varð send úr Milano í Italia við toki tann 30. november til Zeebrügge í Belgia, hagar hon kom seinasta týsdag. Úr Zeebrügge fór bingjan við skipi til Waterford í Írlandi, hagar skipið kom hósdagin.
Írsku myndugleikarnir halda, at flóttafólkini hava sníkt seg inn í bingjuna í Belgia, men teir eru eisini sannførdir um, at mannasmuglarar hava skipað fyri. Írski forsætisráðharrin, Bertie Ahern, segði í gjár, at teir seku skulu finnast og revsast.
Girðingin ov høg
Tilburðurin við teimum trettan flóttafólkunum fekk í gjár flóttafólkamyndugleikarnar í Írlandi, Bretlandi, Italia og Rumenia at almannakunngera eina felags kunngerð. Í henni stóð m. a., at tær høgu girðingarnar, sum forða fólki atgongd til ES-londini, noyða hesi fólk í hendurnar á mannasmuglarunum, sum eru fullkomiliga líkasælir, tá talan er um mannalív.
- Vit biðja tí staðiliga stjórnirnar tryggja, at tey, sum flýggja undan forfylging, kunnu sleppa higar uttan at noyðast at seta lívið í váða á hendan hátt, stóð at enda í kunngerðini hjá flóttafólkamyndugleikunum í teimum fýra londunum.