Týskland og Belgi hava lagt hald á 23 tons kokain. Tað er ein metstórur narkofongur í Evropa. upplýsa týsku tollmyndugleikarnir.
Kokainið hevði á gøtuni kunna verið selt fyri eini tvísiffraða millardaupphædd í krónu.
– Hendan øgiliga nøgdin av kokaini hevði kunna givið nógvar millardir evrur á gøtuni, verður sagt av týsku tollskrivstovuni.
16 tons av kokaininum varð funnið krógvað í eini bingju úr Paraguay í havnini í Hamburg tann 12. februar.
Ein felags rannsókn saman við hollensku tollarunum førdi til sporið av enn eini ending við kokaini í belgiska havnarbýnum Antwerpen. Her vórðu funnin 7,2 tons av kokaini.
Hollendsk løgregla upplýsir, at tey í dag hava handtikið ein 28 ára gamlan mann, sum hevur samband við tey 23 tonsini av kokaini.
Undir kanningunum eru eisini rannsóknir gjørdar í Rotterdam í Hollandi og í eini bygd nærindis.
Sambært løgregluni skuldi øll sendingin av kokaini sendast til sama bústað í Hollandi.
/ritzau/AFP