Evropeiski Miðbankin hevur á fundi í dag samtykt at varðveita ta leiðandi rentuna í evruøkinum, so hon framhaldandi verður 1,5 prosent.
Í seinastuni hevur bankin hækkað rentuna so líðandi, men orsakað av vantandi búskaparvøkstri í Evropa hevur hann nú valt at steðga á. Tað segði stjórin, Jean-Claude Trichet, á tíðindafundi seinnapartin. Hann legði afturat, at búskaparvøksturin í evruøkinum verður ikki so stórur í ár og næsta ár, sum bankin fyrr hevur mett.
Anders Matzen, sum er greinari í Nordea-bankanum, sigur við DR, at avgerðin hjá Evropeiska Miðbankanum í dag bendir á, at bankin fer als ikki at broyta rentuna næsta ár.