Fjølmiðlarnir ? loftmiðlarnir. Hvussu hevur farna vikan verið. Ella kanska vit her við ummælisbyrjan kunnu hyggja nakrar vikur aftur.
Tað, ið jú kastaði sín breiða skugga yvir alt annað, sum hevur rørt seg í samfelagnum, var fólkatingsvalið. Tað er langt síðani, at tað hevur verið so spennandi, sum hesaferð.
Tað er, sum skilst, eisini óvanligt, at atkvøðuklivarnir hava verið so væl vitjaðir, sum hesaferð. Hetta er helst galdandi fyri allar partar av ríkinum.
Danir skuldu seta fleiri krossar. Í Grønlandi høvdu politikarar júst hækkað egnu løn sína við 50%, umframt at ávist kjak um økt sjálvstýri merkti valið. Alt tílíkt, ið vit kenna so væl í Føroyum. Kanska eru vit her undangonguland.
Her hjá okkum var tað tó stóra tvístøðan ? polariseringin - um sjálvstýrisleiðina, ið skapti stóra áhugan. Helst einki annað (tí lønarhækkingin her heima er longu gloymd).
Sum veðurhani
Og hjá áhugaðum vóru møguleikarnir nógvir at fylgja við í valstríðnum, hóast hetta var stutt. Sjálv kapprenningin, kjakfundirnir, millum valevnini, vóru kanska so sum so. Og onkutíð kundi ein ivast, um nakað høpi var í og hvør stýrdi hvørjum. Stóri valfundurin í Norðurlandahúsinum hevði ikki selt atgongumerki til nógvar eykasýningar, hóast okkurt ljóspunkt.
Valkvøldið var spennandi! Útvarp og sjónvarp gjørdu seg út og eru vorðin rættiliga stinn til hesar avbjóðingar. Sjónvarpsmanningin sat í einum hølum og spældi ping pong ? frá manni til mans. Væl eydnað! Útvarpið sendi eisini og har eru royndirnar fleiri og dygdin góð. Umframt hevði ÚF heimasíðu, har talt varð upp og topp-listi var yvir persónar og atkvøður.
Sosialurin hevði eina exit poll á størsta valstaðnum, so eisini á heimasíðu blaðsins kundi eina fáa eina meting. Sum heild eitt rættuligt fjølmiðlashow, har vanligi veljarin rann sum fluga í fløsku. Útvarp frá, sjónvarp frá og teldan frá, við møguleika fyri fleiri heimasíðum og nýggjum uppdateringum. Palleba mundi henda dag vera sum eina veðurhani. Við nøsini í allar ættir, fyri at fáa seinastu frágreiðingarnar, nýggjastu uppdateringarnar.
Exit Poul
Ikki øll trýstu á og vóru við til exit poll kanningina og onkur var, ið ikki var glaður fyri hana.
Men exit bleiv tað. Bæði føroysku umboðini á Fólkatingi máttu finna hurðina við exit tekstinum á. Onkur nevndi tað so, at pípan og sigarin kólnaðu.
Jú, øskukalt og pípan fekk annað ljóð. Exit! Eisini donsku veljararnir vrakaðu sitandi leiðslu og Poul Nyrup, eins og grønlendingar gingu nýggjar leiðir.
Exit poll gjørdist til Exit Poul.
Oyruni fáa frið
So andaði alt aftur í friði. Og ger tað í hvussu er, til nýggja stjórnin ger um seg. Og kanska til nýggju umboðini gera um seg. Hvør veit? Ein føroyskur skipari skal ætlandi umboða føroyingar á tingi dana. Ein skipari, ið ikki er kendur fyri at ganga stillisliga um hurðarnar, so kanska donsk kúgveygu hyggja undrandi. Livst, so spyrst.
Hvat er annars hent á loftmiðlaøkinum? Kanska er tað serliga Svf, ið stendur fyri mestu broytingunum. Har er eisini nýggjur stjóri. Dagur og Vika er broytt og er oftari at síggja og føroyskt undirhald er á skránni, eins og ymsar ? góðar - røðir. Tó eru tað tey, meti eg, sum eru samd við mær í, at saknur er í flottu sendingini Basalt.
Í ÚF tykist eitt slag av stillstøðu at gera seg galdandi og størstu útsløgini á stigatalvuni koma úr Norðoyggjum. Eins og kjak á ymsum heimasíðum, t.d. pop.fo, benda á, so eru lurtarar nú troyttir av ov nógvum 80?ara tónleiki í ÚF.
Rás 2 hevur mist, men enn eru millum nógva tónleikin, áhugaverdar sendingar at finna. Nú er bara longri ímillum. Sum heild er ikki so nógv, ið krevst av oyrunum fyri tíðina.