Exit Tórbjørn Jacobsen

Fríggjadagin í farnu viku legði so aftur ein mentamálaráðharri frá sær.

 

Atli Hansen

Gøtu, á hvítusunnu 2001

??????????


Fríggjadagin í farnu viku legði so aftur ein mentamálaráðharri frá sær. Á tíðindafundi beinleiðis varpaður í loftmiðlunum slapp Tórbjørn Jacobsen sjálvur at gera leikpallin og at sita fyri borðendanum og geva sína frágreiðing um, hví hann hevði valt at taka hetta stigið.

Og hansara einfalda frágreiðing var, at ljóskastarin nú sum heild varð settur so nógv á persónin Tórbjørn Jacobsen, at hann skuggaði fyri politikkinum og málunum og at hann sum persónur soleiðis var vorðin ein trupulleiki. Og tí var besta loysnin helst at flyta skuggan (trupulleikan). Spennandi at síggja, hvat fer at koma undan, tá ið hetta hendir.

Tórbjørn gav sum orsøk fyri sína uppsøgn, sum hann segði vera sína egnu avgerð, at kúlurnar í ov stórt mát vóru rættaðar móti høvdinum á Tórbjørn Jacobsen í staðin fyri mál-unum. Hetta kann komast av, at bert annað av hesum finst í veruleikanum ? nevniliga Tórbjørn Jacobsen.

Og tí sleppur Tórbjørn ikki undan sum limur í einum flokki, ið bert hevur eitt herróp sum einasta punkt á skránni, at verða viðgjørdur saman við hinum persónunum, ið ganga undan í herferðini. Ein flokkur, sum ikki hevur annað á skránni enn at rópa eftir ábyrgd fyri egnum landi ? nakað sum vit onnur halda okkum inna í verki hvønn dag ? ein tílíkur flokkur má dømast eftir teimum oddafiskunum, sum føra hetta kravið fram. Føroyingar mugu taka støðu til, um teir tora at fylgja hesum mnum, sum undir heitinum »ábyrgd« vilja bumba okkara búskap aftur í fornøldina, taka týðandi ríkisborgararættindi frá okkum, kvetta ættar- og vinarbond og í tí heila tikið at ganga mótsettan veg, sum verðin rundan um okkum. Nationalromantikkur sum útgangsstøði fyri tosi um ábyrgd er ikki nakar góður hornasteinur undir republikkini.

Tí mugu føroyingar seta ljóskastaran á teir persónar, sum mynda Tjóðveldisflokkin.

Eg havi fyrr víst á, hvussu formaðurin og varaløgmaður hevur slongt um seg við sínari trúgv uppá, hvussu tað fer at ganga okkum, tá ið vit fáa »ábyrgd av egnum landi«. Tá fer alt at broytast av sær sjálvum, tí sovorðið hevur ein innbygdan dynamikk í sær, at um vit bert fáa republikkina, so dalar manna av himli.

Og nú sóu vit so aftur henda sama formann og varaløgmann fyri opnum skíggja aftan á nevnda tíðindafund fríggjadagin kunngera fyri øllum Føroya fólki, at hann hevði roynt at tosað landsstýrismannin í mentamálum frá at leggja frá sær, tí hann hevði avrikað so nógv og hevði so nógv gott á skránni.

Kanska vóru hetta bert krokudillutár frá formanninum fyri ikki at fáa ein trupulleika afturat, nevniliga tað at halda eitt lyfti yvir fyri einum fyrrverandi mentamálaráðharra um at lata hann sleppa fram at aftur, um hann varð reinsaður fyri ákærur ímóti hansara umsiting í sambandi við Sjónvarp Føroya. Og um hvítusunnuna hava vit so hoyrt, at heldur ikki hetta lyftið var hann førur fyri at halda.

Øssur Winthereig hevði sama viðkomandi spurning til landsstýrismannin sjálvan, um tað ikki var ein gøla hjá einum manni við so nógvum dygdum, sum hann sjálvur hevði víst á, at taka seg aftur. Hetta fekk landsstýrismannin at fetta sær á og smílast ikki sørt.

Men føroyingar hava longu eftir 10 mánaðum í sessinum dømt Tórbjørn Jacobsen rangstaddan fleiri ferðir. Og fólk, sum hava vitjað í mentamálaráðnum, vita at siga um eitt levind og gang og eina vantandi fólkaligheit, sum fær hampafólk at fara á dyr aftur. Og hóast hetta hevur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum valt at verja sítt yndisbarn og vónað, at hann kann skinkla seg fram til valið uttan meira rok.

Tjóðveldisflokkurin hevur eisini leverað samgonguni ein fíggjarmálaráðharra, sum sær tað sum sína fremstu uppgávu at flensa føroyingar í skatti og síðani at seta seg tungt á kassan. At krevja so nógv inn, at okkara fíggjarlóg hevur eitt yvirskot upp á uml. 600 mió. kr. er ørkymlandi og ivi kann vera um, hvussu lógligt hetta er. Nakað av hesum peningi hevði ivaleyst ligið betur í skattaborgaralummunum.

Proportiónirnar koma rættiliga fram, tá ið okkara fíggjarmálaráðharri letur tað vera ein trupulleika, um hann skal lata 3, 6 ella kanska 7 mió. kr. fyri at fáa eina skúlalóg førda út í lívið. Einki verður tosað um hetta er tað, sum skal til fyri at fáa føroyska skúlan at virka.

Kanska er størsti trupulleikin hjá øllum hesum tjóðveldismentamálaráðharrunum, at teir ikki sjálvir sluppu at seta sítt navn undir eina skúlalóg, men at hetta varð gjørt av einum sambandsmanni, sum í búskaparliga truplum tíðum fekk væl meira á skafti á føroyska skúlaøkinum enn allir hansara eftirmenn tilsamans ? við 600 mió. kr. um árið at taka av á fíggjarlógini.

Og hesin fíggjarmálaráðharrin, sum Tórbjørn má finna seg í at verða avmyndaður saman við, var í Útvarpi Føroya herfyri og skuldi afturvísa talandi tølum frá einum av okkara fremstu búskaparfrøðingum. Tað varð gjørt við argumentum sum: »langt úti«, »politiskt« og »at eitt rokniark tekur ímóti so mangum«. Jú, soleiðis var svarið frá okkara fíggjarmálaráðharra.

Tí mást tú, Tórbjørn, finna teg í at verða viðgjørdur saman við hesum persónum, sum saman við tær ganga á odda fyri einum flokki, sum bert hevur nevnda herróp um »ábyrgd fyri egnum landi« á skránni. Men tit eru persónarnir, sum royna at gera loysing og búskaparligan ørvitisskap til tað sama sum ábyrgd. Og her liggur tykkara trupulleiki. At sannføra føroyingar um hesa javnseting.

Samgongan sær ikki út til at hava trupulleikar av framferðini hjá fyrrverandi mentamálaráðharra. Løgmaður lýsir frá summarbústaðnum á Viðareiði, at Tórbjørn Jacobsen er ein litríkur persónur ? kanska í so buldrasligur.

Spurningurin til veljaran tykist at gerast alt meira einfaldur sum tíðin líður: Er tað ráðiligt at lata hesar stinga okkara framtíð út?

Svarið er NEI. Tað er skilaleyst.