Eyð Matras fær sjónleikaravirðisløn

Sjónleikarakvinnan fær herðaklappið fyri listarliga avrik sítt sum Aina Cederblom í einrøðuleikinum Sjóvevur Eyð Matras vísti framúr evnir til at liva seg inn í leiklutin hjá órædda globetrottaranum og íverksetaranum Ainu Cederblom, sum í 1933 fór harðbalnu ferðina úr Svøríki til Føroya, Grønlands og ætlaði sær til Amerika. Hon hevði ein dreym um at geva kvinnum um allan heimin nøkur amboð at gerast sjálvbjargnar.

Nevndin, ið velur sjónleikarvirðislønina hjá MáF og Tjóðpalli Føroya, sigur víðari soleiðis í grundgevingunum fyri at geva Eyð Matras heiðurin:

Samstundis sum tú sum áskoðari verður hugtikin av djørvu Ainu Cederblom, so verður tú bergtikin av Eyð Matras. Hon er meistarlig, ikki bara sum Aina Cederblom, men eisini sum sjómaður, norðmaður, konan á telefonstøðini í Norðdepli og sum fiskimaður og skipari á Stellu Mariu. Uttan íhald megnaði hon at tala við ymiskum fremmandum tungum, á ymiskum bygdarmáli og at syngja á grønlendskum. Aina Cederblom gjørdist nærverandi, tá vit vóru við Eyð Matras einsamællari á Rospiggen II í havsneyð, møði, svongd og vónloysi.

Hon er fín, fim og leikandi løtt, meðan hon skiftir millum persónar, ið allir við hennara fjølbroytta kropsmáli og ymisligu rødd fáa sín egna samleika. Eyð Matras livdi seg inn í ein meldur av hendingum millum menniskju í norðurhøvum í tríatiárunum, og hon tók á sannførandi hátt áskoðararnar við sær á ógloymandi ferðina.

Sjónleikarvirðislønin er 12.000 krónur.