Eyðun av Reyni í Focus

Í dag kl 16 letur upp listaframsýning við oljumálningum hjá Eyðuni av Reyni í nýggja gallarínum, Gallerí Focus í Grím Kambansgøtu í Havn ? ella í »Konradsbrekku«, sum eldir havnarfólk rópa gøtuna

? Hann sýnir fram 26 stórar og smáar oljumálningar, sigur Marianna Norðoy, gallaríeigari.
Gallarí Focus lat upp í juli, og fyrstur at sýna fram var Bárður Jákupsson.

Marianna Norðoy letur væl at vitjanunum á nýggja gallarínum.

? Nógv fólk vóru og vitjaðu framsýningina hjá Bárði Jákupsson ? eisini nógv ferðafólk, sum eisini keypa málningar, sigur hon, og leggur afturat, at úr Danmark verður skipað fyri fleiri ferðum til Føroya fyri listaáhugað fólk, og tey støkka sjálvandi inn á gólvið.

Framsýningin í Gallerí List er opin týsdag til fríggjadag frá kl 14 ? 18. Leygardag er opið frá 16 tl 18 og sunnudag og mánadag er stongt.

Næsti framsýnari verður Jóna Rasmussen, hon sýnir fram í september. Í Oktober fer Amariel Norðoy at sýna fram, og í november verður framsýning við málningum hjá Zachariasi Heinesen.

Ferniseringin hjá Eyðuni av Reyni verður í dag frá kl 16 til 18.