Eyðun av Reyni í roki og rútmu

Eyðkenda dramatiska rútman millum ódn og stilli flytir áskoðaran út á eggina í nýggju málingunum hjá Eyðuni av Reyni, sum nú verða at síggja í Listaglugganum

Fyri fyrstu ferð í út við fýra ár letur listamaðurin Eyðun av Reyni upp eina stakframsýning. Málningarnir verða at síggja í Listaglugganum í Havn og spyrt tú Mortan Carlsen, gallaríeigara, hevur Eyðun av Reyni neyvan verið betri enn júst nú.
- Eftir mínum tykki vísa hesi verkini nakað av tí besta, Eyðun av Reyni hevur avrikað. Tað er ongin ivi um, at hann nú enn einaferð staðfestir sín týðandi leiklut í føroyskari myndlist, sigur Mortan Carlsen, sum hevur fylgt við listini hjá Eyðuni av Reyni í mong ár.

Eyðkendur Eyðun
Eyðun av Reyni hevur síðstu tíðina arbeitt við hesi framsýningini, sum eisini vísir eina nýggja síðu av listamanninum. Eyðkenda rútman fjalir seg tó ikki í málningunum, sum eru dramatiskir, og har ovurhugurin kemur sjónliga fram á løriftinum og styðjar undir hugmyndina, sum er abstrakt og máttmikil.
Serliga áhugavert er tað at síggja, hvussu listamaðurin roynir seg við rættiliga øðrvísi litum, heldur Mortan Carlsen. Eisini eru fleiri av málningunum nakað minni, enn vanligt, men harfyri er eyðkendi dramatikkurin kanska sterkari enn nakrantíð
- Tú ivast í øllum førum ikki í, at hetta er Eyðun av Reyni, tí eg kenni onki annað listafólk sum sansar náttúrumegirnar so sterkt og fínliga í senn, sum hann, sigur Mortan Carlsen.
Eisini í meir stillu myndunum liggur eitt drama og lúrir, eitt nú í myndini »Vetrarnátt«, har einføldu strokini geva fatan av einum stilli, men har litir og kompositión geva varhuga av eini ótálmandi megi, sum er líka við at bresta.

Tað ófatiliga
Um so Eyðun av Reyni nevnir málningarnar »Landslag« ella »Illveður«, tykjast teir altíð at lýsa eina (føroyska) náttúru, sum støðugt broytist. Høvuðsinnihaldið er nær-abstraktar hugmyndir av ódn og landslagi við grýtutum, ósigiligum formum, sum fána burtur inn í endaleysa rúmd, umframt klettar, sjógvur. Tari, sum saman við luft, eldi og vatni, ófatiligastu elementum náttúrunnar, broytist til hvirluvindar úr reinastu orku, og sum føra okkum til ytstu mørkini av tí, vit vita um fysiska heimin.
Soleiðis sigur listfrøðingurin Aðalsteinn Ingólfsson í bók um listina hjá Eyðuni av Reyni. Sambært honum er tað ikki av leið at síggja fleiri av málningunum hjá Eyðuni av Reyni út frá átrúnaðinum í royndunum at fata ófataligu náttúrumegina í olju á lørift, hana ið førir okkum nærri at størsta loyndarmáli andans.
Í hesum sambandi verður sipað til amerikanska listfrøðingin, Robert Rosenblum, sum var sannførdur um, at tað finst ein máttmikil átrúnaðarlig impulsur undir verkunum hjá sonevndu »abstraktu ekspressionistunum«, hvørs verk eru grundað á myndamálið í landslagnum. Sambært Rosenblum týða hesi listafólk hetta myndamál til hugmyndir av onkrum øgiliga stórbærum og eins øgiligum loyndarmáli við at oyðileggja innihaldið og sipa til nátúrligan ruðuleika og skapa eina á at líta endaleysa rúmd. Sambært Aðalstein Ingólfson eru góðar grundir til at halda, at fleiri av allarbestu málningunum hjá Eyðuni av Reyni hóska ógvuliga væl til tulkingar sum tær hjá Rosenblum.
Framsýningin letur upp í fríggjadagin klokkan 16 í Listaglugganum, Dr. Jakobsensgøta 15 í Havn og verður at síggja allan mars mánaða.