Eyðun Christiansen í Havn er settur í starv hjá Føroya Kommunufelag. Eyðun hevur lisið samfelagsfrøði, og kemur hann at taka sær av málum sum koma til felagið. Hann er 36 ára gamal, sonur Poulu og Hans J. Christiansen í Havn. Nýggjur formaður í Føroya Kommunu felag er Mia Pedersen í Vestmanna, hon tók við eftir Jacob Vestergaard, ið bleiv settur sum landsstýrismaður seinasta mánadag.