Í dag 23. mars fyllur landsstýrismaðurin í Olju- og Umhvørvismálum, Eyðun Elttør 60 ár.
Eyðun er føddur 23. mars 1941 í Klaksvík, sonur Ellu og Eli Elttør, og har hevur hann verið búsitandi síðani.
Hann er giftur Oddbjørg, dóttur Emmu og Sam Jacobsen, eisini úr Klaksvík, og eiga tey saman dreingirnar Stig, Elian, Rúna og Eyðstein.
Eyðun hevur saman við familju síni verið sera virkin innan Brøðrasamkomuna og er kendur sum ein góður røðari.
Eyðun fekk sær sum ungur útbúgving sum maskinmeistari og sigldi fyrst í eina tíð sum maskinmaður. Hann hevur arbeitt sum maskinmaður hjá SEV og hevur verið eftirlitsmaður hjá Arbeiðseftirlitinum, har hann eisini hevur fingist við skeiðvirksemi.
Eyðun hevur altíð havt politiskan áhuga og hevur heilt frá ungum árum verið tjóðskaparsinnaður.
Hann bleiv av álvara kendur, tá hann í mai 1998 trein inn á politiska pallin sum landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum vegna Sjálvstýrisflokkin.
Tað er ikki bert á myndum í visuellu fjølmiðlunum, at Eyðun er ein smíl-andi maður, hann er av lyndi ein blídligur, fyrikomandi og smílandi mað-ur.
Hjartaliga tillukku við tí runda degnum Eyðun.
Spg