Eftir Hanus Kamban
--------------------
Eitt morgunbros, frá eini ungmoy - við andliti sum minnir um nýsprotna baldursbrá - tað er heilsan, Noreg gevur okkum, tá vit koma upp um níggjutíðina ein morgun í miðjum juli, á veg inn eftir Bergensfjørðinum umborð á einum av skipunum hjá Color Line. Sólin bræðir tað seinasta morgunsirmið burtur, fura og grann fetta sær rankar á á nesjum, heyggjum og skergarðsoyggjum, bátar liggja uppdrignir undir húsum og neystum, sethúsini, mong teirra við svalum oman móti bláum víkum og sólgyltum lundum, líkjast slottum, og verksmiðjur, kirkjur og brúgvar, hongdar upp ørandi millum tindar og berg, bera boð um bjartskygni og trúgv á framtíðina. Víst er hon verd at heilsa uppá, henda frúgvin, við (hugsi eg) skjótt 2.000 oljumilliardum á bundnari kontu!
Bergen og Havnin
At koma til Bergen er næstan sum at koma heim. Tað var Jørgen-Frantz Jacobsen, sum, við tí fyndugu elegansu, sum var honum so lík, helt fyri, at Havnin í grundini bara var ein minni útgáva av Bergen, tí her í Bergen eru, sum í okkara lítla høvuðsstaði, tvær vágir, og sum Bergen hevur sítt Norðnes, hevur Havnin sítt Tinganes. Taka vit nú søguna og bókmentirnar uppí, so er at kalla hvør blettur í Bergen heimakunnugur, Hákunarhøllin, Mariukirkja, Bryggjan og ikki minst Hansa-fornminnissavnið, sum fyrst og fremst vinmaður Hans Andriasar, Christian Koren Wiberg, listamálari, arkitektur og fornfrøðingur, legði nógv arbeiði í at byggja út og gera til eitt virðiligt savn.
Eg fari við lunnabreytini niðan á fjallið Fløyen, 300 metrar uppi yvir býnum, har ferðafólk kunnu keypa sær postkort ella njóta eina máltíð í matstovuni, og aftur sendir býurin mær eitt bros, hesar ferð fjarari og meira romantiskt, sáldað gjøgnum dreymatár, farandi og komandi, av mjørka og sirmi.
Eins andaliga viðføri fargar tað upplivaða, og nú síggi eg Sigmund í Hoyvík sála, skipandi Margretu kvæði, tá dansurin gongur av tí besta. Dulvitskan hevur rakt snórabeint, tí í einki annað verk enn hetta er býurin Bergen ristur so týðiliga, sjóvarmáli, kongsborg, myrkastova, Mariukirkja, Norðnes og, fyrst og fremst, tann politiska støðan sum hon var í Noregi um ár 1300, tá ið kuggar úr Lübeck førdu vín henda vegin og fóru avstað aftur fullfermdir við turrum fiski, og tá ið Bergen var størsti havnar- og handilsbýur í Norðuratlantshavi og Noregs kongsbýur og høvuðsstaður.
Margretu kvæði
Eirikur Magnusson, kongur í Noregi, ger av at senda sína ungu dóttur til fremmand lond at verða “moykongur”. Eyðun Hestakorn og Ingibjørg, sum eru fylgisneytar hjá gentuni, gera av at selja hana sum træl til Blálanda, t.e. Afrika. Greivin av Blálondum keypir hana, men tá hann frættir, at hon er “av kongakyni”, ger hann av at gifta seg við henni. Tey liva saman og fáa ein son, men so eina náttina droymir Margreta ein løgnan dreym:
Meg droymdi, í Norðnesi
har var vaksin viður,
hjørturin við sítt fagra horn,
hann spældi for bergið niður.
Greivin ræður dreymin og sigur, at hetta merkir, at Margreta kemur heim og verður brend. Margreta fer, sum drigin av lagnuni, heim aftur til Noregs. Faðir hennara er deyður, og bróðirin Hákun er nú kongur í Noregi. Hon sigur, hvør hon er, tvey vitnir vátta tað hon sigur, men Eyðun Hestakorn ber so í bandi, at annað vitnið, fostra hennara Ása Tistilsfrú, gongur frá sínum orðum, og úrslitið er, at Margreta verður fongslað og seinni brend á Norðnesi. Eyðun fýrir hana sjálvur øvuga av hesti út á bálið. Barnið, hon hevur átt í myrkastovu, klývur hann sundur “í lutir tvá”, og síðani “kastar” hann eisini tað “út á bál”. Eisini meistarin Eingilbrekt, sum er álitið hjá Margretu, verður av Eyðuni dripin og blakaður á bálið.
Eyðun Hestakorn er soleiðis frá byrjan til enda meistari fyri vanlagnuni hjá Margretu. Og ikki bara tað, hann er sum heild tann stóri svíkjarin í okkara bókmentum og kann samanlíknast við eitt nú Gýðin jall, Ásmund Kellingarson og Kálv Lítla. Vísan leggur, tá hon skal lýsa, hvat hetta illmenni troystar sær at gera, ikki fingrarnar ímillum:
Tóku tey frúnna Katrina
løgdu undir høgindi blá,
Eyðun og frúgvin Ingibjørg
tey settust omaná.
Hvør var Eyðun Hestakorn?
Men hvør var Eyðun Hestakorn? Svarið er: Hann er søguligur persónur og var ein tann mest týðandi maðurin í norskum politikki í seinnu helvt av 13. øld. Hann æt Audun Hugleiksson, varð føddur um 1240 og átti tilkomin nógva jørð í Norðfjørði og Suðurfjørði. Á Hegranesi í Jølster átti hann seturgarð, og har bygdi hann borg úr gróti, sum sambært útgrevstrum var 21-22 metrar long og 12-13 metrar breið. Umframt Álv Erlingsson var Audun Hugleiksson einasti maður í Noregi, tá ið kongur sjálvur er undantikin, ið átti slíka borg.
Eyknevnið Hestakorn kom antin av tí, at Audun var so ríkur, at hann gav sínum rossum havra at eta, ella av hestakorni, einum serligum slag av skatti, sum bøndur um Oslo-leiðina máttu rinda til skansan Akershus.
Á døgum Audun Hugleikssonar høvdu tveir kongar av Sverra-ættini valdið í Noregi, Hákun Hákunarson (1204-63) og sonur hansara Magnus Lógbøtari (1238-80). Eirikur kongur rópti Audun “sín frænda”, helst tí at Inga, mamma Hákun Hákunarson, og Audun í Borg, abbi Audun Hugleikssonar í kvennlegg, vóru skyld. Hákun og Magnus bygdu um hetta mundið upp eina modernaða umsiting, har brúk var fyri lógkønum embætismonnum.
Av lógkønastu monnum
Audun Hugleiksson fekk skjótt sess sum ein tann fremsti ráðgevarin hjá Magnusi Lógbøtara. Magnus setti 1274 í gildi landslógina, eina felagslóg fyri sítt land, eina ta fyrstu av sínum slag í Europa, og Biskupa søgur rópa Audun “hinn vitrasta mann til landslaga”. Nógv bendir á, at Audun eisini var málkønur, helst hevur hann fingið løgfrøðiliga útbúgving uttanlanda, og kanska hevur hann dugað latín. Sum kongsins ráðgevi kom Audun serliga at arbeiða við lógarmálum, seinni við fíggjarmálum og uttanríkispolitikki. Hann fekk við tíðini mong fín heiti, verður í 1276 nevndur stallari og í 1277 barónur.
Eirikur Magnusson, føddur 1268, kongur 1280-99, var ikki meira enn eitt barn, tá hann tók við sum kongur, og Audun var ein av hansara verjum og ráðgevarum. Borið varð nú so í bandi, at Eirikur skuldi giftast við Margretu, dóttur Aleksandur III, kong av Skotlandi. Kongaligar giftur vóru altíð lið í politiskum ráðagerðum, og á henda hátt fekk Eirikur rætt til Skotlands trúnu, umframt at skotar máttu lata eina stóra heimafylgju. Eirikur og Margreta giftust í 1281, men Margreta doyði longu í 1283, og dóttir teirra, sum eisini æt Margreta, var nú arvingi til bæði Skotlands og Noregis trúnu.
Eitt nýtt atlantsveldi
Nú verður ein nýggj, ólíka stórfingnari ætlan klakt, ein stórpolitisk ráðagerð, sum fatar um tey trý atlantsríkini Skotland, Noreg og Ongland. Tann blaðunga Margreta Eiriksdóttir skal taka við sum moykongur í Skotlandi og skal samstundis verða trúlovað við Edvardi, soni Edvard I, sum seinni, sum Edvard II, verður kongur í Onglandi. Í kortunum liggur ein spildurnýggj ensk-norsk-skotsk samgonga. Meistarar fyri hesi ætlan eru Edvard I av Onglandi og verðinsmaðurin, tann víðfarni, mál- og lógkøni Audun Hugleiksson.
Men henda ætlan varð av ongum, tí á veg til Skotlands doyði Margreta í Orknoyggjum á heysti 1290. Og aftur broytist tað politiska bílætið: Norðmenn kanna sær Hebridurnar (sum vóru glopnar teimum av hondum við friðinum í Perth í 1266), umframt arvarætt til ta skotsku krúnuna og tað ið eftir var av heimafylgjuni hjá Margretu Aleksandersdóttur, og teir halda seg ikki fáa nóg dyggan stuðul í summum av hesum málum frá Edvardi I. Frakland fer nú at nærkast Noregi, og ein nýggj fronsk-skotsk-norsk samgonga sær dagsins ljós. Eina ferð enn er Audun Hugleiksson virkin aftan fyri leiktjøldini, hesa ferð saman við Filip IV, kongi av Fraklandi.
Hongdur á Norðnesi
Frakland og Ongland klandraðust um hetta mundið um landspartin Guienne í Suðurfraklandi. Audun Hugleiksson fór til París í 1295, og eftir samráðingar millum hansara og Filip IV varð tann 22. oktober 1295 sáttmáli undirskrivaður millum partarnar. Aftur fyri at fáa 30.000 sterlingpund skuldu norðmenn útvega Fraklandi 300 skip og 50.000 hermenn, at ráða yvir fýra mánar á hvørjum ári.
Partarnir plikta seg somuleiðis til at hjálpa hvør øðrum, um kríggj skuldi brostið á, og her verður týðiliga sipað til Ongland sum fígginda. Audun nevnir seg í hesum sambandi kongsins “baro, consiliarius, secretarius ac nuncius et procurator”. Hetta merkir, at hann ikki bara var ráðgevi hjá kongi, men kongsins handgingni trúnaðarmaður. Hann var um hetta mundið eisini skattmeistari hjá Eiriki kongi.
Sáttmálin varð undirskrivaður og er varðveittur á skjalasavni í París. Eisini varð samráðst um, at Hákun hertogi skuldi giftast við tí fronsku greivadóttrini Isabellu av Joigny, og at skotar skuldu lata Eiriki kongi jørð og góðs, hann metti seg at eiga í Skotlandi.
Hetta var krúnan á tí diplomatiska virkinum hjá Auduni Hugleikssyni. Av avtaluni við Filip varð einki, uttan tað at Audun fór heim við einum forskoti upp á 6.000 markar í sterlingvirði. Søgufrøðingar hava undrast stórliga á henda sáttmála, á at Filip læt seg yvirtala og á, at Audun var so framligur at gera avtaluna, tí Noreg hevði ongan møguleika at halda hana.
Fýra ár seinni doyði Eirikur kongur. Tann nýggi kongurin, Hákun Magnusson, var ein sterkari persónsmenska enn beiggin, ráðaríkur, umhyggin eisini í smálutum, kanska eisini hevnissamur, í 1299 var Audun Hugleiksson, kongsins frændi og mætasti ráðgevari, fongslaður, tann 2. desember 1302 varð hann hongdur á Norðnesi, og síðani var hansara góðs inndrigið av krúnuni.
Kvæði og krimisøga
Orsøkina til hesa hending kenna søgumenn ikki, men tað er greitt, at Hákun miðsavnaði tað politiska valdið og hevði eftirlit við stórmonnum og embætismonnum. At verða hongdur bar vitnisburð um vanæru, og kanska var Audun, sum tann føroyska Eyðuns ríma vil vera við, skuldsettur fyri í sínum fíggjarligu atgerðum at hava kraddað meira enn sámiligt var inn undir seg sjálvan.
Margretu kvæði er í grundini ein krimisøga, har høvuðspersónurin, Eyðun Hestakorn, verður lagdur undir morð, svik, barnamorð, trælahandil og at svørja falskan eið. Umframt at sipa til søgulig og politisk viðurskiftir, er kvæðið bygt upp rundan um ein søguligan kjarna, ta “følsku Margretu”, eina gentu úr Lübeck, sum kom til Bergen í 1300, segði seg vera ta sonnu Margretu og varð brend saman við manni sínum á Norðnesi í 1301.
Vísan er eitt frálíkt dømi um, hvussu listin megnar at spegla verulig viðurskiftir aftur, á sín serliga hátt, og hóast hon í staklutum ikki er eftirfarandi. Í roynd og veru ber kvæðið prógv um misnøgd millum tað vanliga, fátæka fólkið við eitt ríkis- og kongsvald, sum í hesum tíðarskeiði legði tungar byrðar og høgar skattir á almúguna. Sambært norskari lóg hevði kongur bara rætt til at skriva fólk út til hertænastu, tá ið tað galt landsins verju. Nettup avtalan við Filip IV, um at lata einum fremmandum landi norskar hermenn fyri vinning, var, um hon var kend, prógv um, at myndugleikarnir framdu lógarbrot.
Almúgan ger í vísuni upp við bæði Hákun kong og, serstakliga, landsins mæta og ríka uttanríkisráðharra. Tann hvíti hjørturin, ella einhyrningurin, var í miðaldar kvæðaskaldskapi eitt ikon. Í miðjuni á vísuni stendur myndin av Margretu, tí sakleysa hjørtinum, sum verður við undirlutan í einum skitnum politiskum leiki um vald og vinning.
Gjørdi tvítak av manninum
Spell, at tað ikki ber til at gera eina tíðarferð og sleppa at uppliva, sitandi í steinboga, fundirnar millum Filip IV og Eyðun Hestakorn. Hvat ótu og drukku teir, hvat mál varð talað, hvussu vóru teir klæddir, hvussu var teirra eygnabrá? Eingin ivi man tó vera um, at teir hava skilt hvønn annan sera væl. Eyðun var løgfrøðingur, og Filip, ellivti og seinasti kongur av Capet-ættargreinini, skapti eisini í Fraklandi eina umsiting av løgfrøðingum. Báðir følast merkiliga modernaðir, snildir, hálir, kraddutir, Audun helst tann dámligari maðurin, stórtøkin, sjarmerandi, ikki sørur fyri megalomani, Filip (28 ár yngri enn Eyðun) ein ivaleysur teokratur, eirindaleysur og ísakaldur.
Filip IV, sum við svikum beindi fyri tempulharrunum og soleiðis framdi eina av søgunnar stóru og ræðuligu beistagerðum, skuldi, sum navnið sigur, vera stak vakur, høgur, við ljósum holdi, av bestu veiðimonnum. Skal ein trúgva okkara Eyðuns rímu, var Eyðun Hugleiksson heldur ikki fyri ongum, hvørki hvat útsjónd ella persónligum yndi viðvíkir. Eftir at hann var hongdur, læt kona hansara (sum tó æt Gyrid og ikki, sum vísan vil vera við, Ingibjørg) sambært einari føroyskari vísuuppskrift gera eitt tvítak av viði av manninum til at ugga seg við:
Hon smíðar sær mann av adaltræ
og letur í Eyðuns klæði,
tað var mær av sonnum sagt,
til songar gingu tey bæði.
Út um verøld og heim
Til seinast skal verða nevnt, at henda viðgerð í høvuðslutum byggir á greinar eftir tann norska søgufrøðingin Knut Helle og eftir kvæðagranskaran Svale Solheim. Hesin seinni sær Margretu kvæði sum vitnisburð um ta bílæti, almúgan hevði av myndugleikunum, og um, hvussu henda sama almúga evnar til eina øðrvísi, subversiva mynd og útlegging av søguligum og politiskum hendingum og av gerðunum hjá søguligum persónum.
Hóast hetta ivaleyst er rætt, haldi eg sjálvur, at Margretu kvæði fyrst og fremst er dømi um skaldskap á høgum støði, um meistaraligar dramatiskar yrkjaragávur og um, sum dreymarnir vísa, ta floygdu surrealismu, sum ger skilarúm millum ta góðu og ta sublimu listina. Hetta, tað skaldsliga virðið, hevur eftir mínum tykki størri týdning enn teksturin sum søgulig kelda, hóast eisini tað er partur av heildini. Tá ið Sigmund í Hoyvík skipaði hetta kvæðið, megnaði hann, við keipum og andlitsbragdi, við sínum evnum til at undirstrika tey háleittastu ørindini og við at varðveita tann spenning millum sjónleik og tign, millum frælsi og tamarhald, sum eyðkennir góðan dans, at fáa ein at føla seg fluttan “út um verøld og heim”.