Eyðun hevur fingið sekkin

Víkingur hevur í dag sagt venjaran úr starvi

Víkingur skal hava nýggjan venjara. Álítandi keldur í Gøtu vita at siga, at Eyðun Klakstein í dag er sagdur úr starvi. Eyðun Klakstein og Víkingur skrivaðu síðsta heyst undir tvey árasáttmála.

Besta liðið plagar at venja týsdag klokkan 17.30. Spælararnir eru nú á veg í Sarpugerði. Áðrenn teir fara at venja, fer leiðslan at boða teimum frá, at nýggjur venjari verður settur. Hvør tað verður hevur ikki eydnast at finna fram til. Gert Hansen hevur verið hjálparvenjari hjá Eyðuni Klakstein.

Víkingur er á fimta plássi við 32 stigum fyri 18 dystir. Tað eru trý stig fram til NSÍ, sum er á fjórða plássi við 35 stigum fyri 17 dystir.

Víkingur hevur vunnið tríggjar teir seinastu dystirnar 2-1. Teir hava allir verið á útivøll – ímóti NSÍ, ÍF og TB. Næsti dysturin hjá Víkingi verður 13. september. Hann verður á útivølli ímóti EB/Streymi.

Fyrstu umførini gekk tað striltið hjá Víkingi, sum spældi málleysan javnleik á útivølli ímóti AB og á heimavølli ímóti TB, og sum tapti 2-1 á heimavølli ímóti ÍF.

Spurningurin hevur verið, um Víkingur skuldi dúva meiri á ungar spælarar, sum eru uppvaksnir í felagnum enn á spælarar, sum eru komnir aðrastaðni frá. Fremmandu spælararnir í Víkingi í løtuni eru miðvallarin Bogi Reinert Petersen, miðverjin Vukasin Tomic, vongverjin Ari Olsen og framrættaði síðuspælarin Jákup Johansen, sum í vetur báðir fluttu av Skála, har Eyðun Klakstein var venjari í fjør og í fyrraárið, og Lukasz Cieslewicz, sum Eyðun Klakstein var venjari hjá í B36 í 2015 og 2016. 

Víkingur hevur ikki enn boðað frá, at venjarin er sagdur úr starvi, og hvør nú verður venjari.

Víkingur er annað triðja felagið í bestu deildini, sum skiftir venjara í ár. Heilt tíðliga í ár gavst Sorin Anghel í AB, og í summar gavst Bill Jacobsen á Skála, har Sorin Anghel nú er venjari.