Leygardagin, 14. mai fyllir Eyðun Jacobsen, Glyvrar 50 ár.
Eyðun er føddur og uppvaksin í Klaksvík og er sonur Kristinu og Rasmus Jacobsen. Hann eigur tvey eldri syskin, Ásbjørg og Steinbjørn.
Eftir lokna skúlagongd fór Eyðun í læru sum bygningsmálari og bleiv útlærdur í 1975, tá hann flutti í Eysturoynna at búgva og giftist við Dinnu Nónklett úr Lamba. Tey fingu tríggjar døtrar, Birgit, Kristina og Heidi. Hann eigur 2 abbasynir, Filip næstan 2 ár og Aron 7 mánaðir.
Í 1983 flutti familjan til Danmarkar, og búðu tey har í 17 ár, til tey fluttu heimaftur í 2000. Í Danmark arbeiddi hann fleiri ár nógv við útvarp og ferðaðist nógv um landið við sínum sangi og tónleiki.
Tað sum hevur sermerkt lívið hjá Eyðun, líka síðani hann var ein smádrongur, er sangur og tónleikur. Hann byrjaði tíðliga at klimpra uppá gittarin og var við í ymiskum sokallaðum "kjallaraorkestrum" í Klaksvík.
Hann hevði sín uppvøkstur í brøðrasamkomuni í Klaksvík, og var eisini virkin í sang og tónleikalívinum har.
Hann hevur verið við á fleiri tónleikaútgávum, bæði sum tónleikari, solistur og kórsangari, og er enn ein sera virkin sang- og tónleikari. Hetta hevur eisini smittað av uppá døturnar hjá honum, sum allar eru virknar innan sanglívið.
Í dag er Eyðun sera virkin í sang- og tónleikatænastuni í Kelduni Skálafirði.
Vit ynskja tillukku og Harrans signing.
Føðingardagurin verður hildin fríggjakvøldið 13. mai kl 19.30 í Kelduni, Skálafirði.
+ mynd