Eyðun Joensen 70 ár

Fyri einari viku síðani, týsdagin 2. apríl, vóru 70 ár síðani, at Eyðun Joensen varð føddur. Hann var fyrsti føroyski sálarfrøðingurin heima á landi, og hann var í meiri enn tredivu ár í so mongum høpi fremsta umboð fyri sálarfrøðina í Føroyum.
Tað var á Biskupsstøð í Klaksvík, at vøggan stóð. Mamman, Jóhanna, sum varð nevnd Jóhanna hjá elektrikaranum, var av Tvøroyri, og pápin, Rudolf, var úr Sørvági. Tey komu til Klaksvíkar í 1938, bygdu út í sjógvin á Biskupsstøð, og fóru við stórum eldhuga og nærlagni undir at reka elvirkið, sum síðani varð nevnt hjá Rudolf elektrikaranum.
Lagnan spældi við. Tað gekk væl við elverkstaðnum og handlinum, ið mentust saman við stóra virkseminum, sum var í bygdini – bæði á sjógvi og landi - og tey bæði vórðu signað við fýra børnum: Regin (1940), Eyðun (1943), Mikkjal (1948-2010) og Ruth (1950). Regin lærdi til elektrikara og býr nú í Sørvági. Mikkjal, sum var tann einasti, ið búsettist í Klaksvík, lærdi til elektikara og seinni maskinmeistara og sigldi sum maskinmeistari. Ruth er lærari og býr í Sakskøbing.
Í 1949, meðan Jóhanna gekk við óføddu dóttrini, rakti vanlagnan. Rudolf gjørdist sjúkur, og jóladag andaðist hann. Tað var sjálvandi øgiligur smeitur, sum legði myrkar skuggar yvir familjuna og bygdina. Jóhanna gavst ikki á hondum. Hon rak virkið víðari, og eitt nú stuðlað av beiggjanum, Svend elektrikaranum, sum hevði lært hjá sváginum, var virkið hjá Rudolf elektrikaranum í nógv ár millum tey fremstu á sínum øki í Klaksvík.
Tað er merkisvert, hvussu djúp spor Rudolf elektrikarin setti eftir seg í Klaksvik. Skeiðið hjá honum har norðuri var bara gott og væl í tíggju ár, men tá ið virkið verður umrøtt, so fyllir tað nógv. Eitt nú eru teir nógvir, sum lærdu har, og arbeiðini eru fleiri, sum virkið hevði ábyrgdina av. Eitt nú stóðu tey fyri elútbyggingini í flestu bygdunum í Norðoyggjum og í Leirvík.
Í sínum nógva og víðfevnda virki sum sálarfrøðingur hevur Eyðun dugað væl at kobla fakliga førleikan saman við lívsroyndunum og harvið megnað at møtt vanliga fólkinum í umhvørvum, sum tey kenna. Hann vaks upp í grannalagnum, har Nólsoyar Páll livdi síni síðstu ár, fjøran og sjógvurin vóru so at siga í túninum, og árið við sluppini Fimm Systrum hjá Símuni Dáva Kalsø og árið sum vikarur í skúlanum í heimbygdini vóru góður førningur at hava við sær inn í sálarfrøðislesturin.
Á Haslev Gymnasium leyk Eyðun studentsprógv, og so fór hann undir lestur í Keypmannahavn. Millum føroyingar var tað mest sum óhoyrt at lesa pedagogiska-psykologi, og tá ið hann um sumrarnar vann sær nakrar krónur millum bygdamenninar, mundi tað mangan verða fregnast um, hvat Eyðun ætlaði at brúka hetta til. Eyðun hevur onkuntíð sjálvur sagt, at fyrstu lestrarárini kendist tað soleiðis, at hann vóð út í ánna og ofta ætlaði at vassa í land aftur, inntil hann varð tilvitaður um, at nú var meiri enn hálvur teinurin rokkin, og at tað fór at verða skjótari at gera seg lidnan, enn at venda aftur.
Um ársskiftið 1972-73 var lesturin liðugur. Eingin sálarfrøðingur var í Føroyum, og ivaleyst hevði tað verið ómakaleysari at funnið sær starv í skjótt vaksandi danska vælverðarsamfelagnum. Men Eyðuni longdist heim aftur á klettarnar, og tað var sanniliga brúk fyri honum. Hann hevur sjálvur greitt frá, hvussu tað spældi saman, tá ið hann kom á Statshospitalið og samstarvaði við Árna Olsen, og tá ið tilvitanin um tey sinniliga veiku og tey menningartarnaðu øktist í føroyska samfelagnum, sum áður so at siga ikki hevði rúmað hesum fólkunum.
Millum fakfólk er tað tiltikið, hvussu væl Eyðun megnaði at økja um fatanina fyri sínum faki, hvussu væl hann dugdi at skekla hetta inn í føroyska samfelagið, hvussu arbeiðssamur hann var, og hvussu væl frágingnar uppgávurnar hjá honum vóru. Havi hoyrt frá bæði lækna og sálarfrøðingi, at tað er fragd at lesa journalirnar, sum Eyðun hevur skrivað.
Tað vóru boð eftir Eyðuni so nógva staðni frá. Hann var í mong ár formaður í Filmseftirlitinum, og tey, sum í sjeyti árunum lærdu til sjúkrasystir og lærara, minnast Eyðun sum meistarligan undirvísara í sálarfrøði. Sambandið við skúlarnar varðveitti hann í nógv ár sum próvdómari.
Haraftrat hevur Eyðun verið við til at ríka føroyingar við nógvum væl skrivaðum greinum í bløðunum, hann hevur bergtikið okkum í sendingum í útvarpinum um lívsins stóru spurningar – eitt nú um sorgina sum hann varð raktur av so tíðliga, og sum hann við sínum serliga orðavali hevur dugað at lýsa í samansjóðing millum fakliga førleikan og persónligu royndirnar.
Nú eru tað nøkur ár síðani, at Eyðun bað starvinum á Landssjúkrahúsinum farvæl. Hann hevur tó ikki ligið á løtu síðani. Framvegis fyrilesur og skrivar hann, og nú eru betri stundir til alt tað praktiska, sum honum altíð hevur dámað so væl, men sum tað ikki hava verið so góðar stundir til.
Hann plagar at lýsa seg sjálvan sum eitt sindur fesjutan og altíð at hava havt so góðan hug at dálka fingrarnar. Tað ger hann á trønni, har hann veltir og ansar kríatúrum, og tað ger hann umborð á deksbátinum Høgna Jákupi, sum hann røkir við kønari hond, og sum hann er á floti við og luttekur á regattaðum við. Lias í Rættará smíðaði bátin í 1920. Tá ið Eyðun var smádrongur, var hetta ein av mongu deksbátunum, sum lá fyri teym út fyri køksvindeyganum hjá teimum á Biskupsstøð. Tí er tað ikki sørt av nostalagi uppií, nú hann sjálvur eigur ein av bátunum, sum smádreingirnir í jollum plagdu at rógva umborð á.
Eyðun er giftur Karin Djurhuus, sum er ættað úr Vági og uppvaksin í Havn. Tey eiga børnini Rúna og Elina. Rúni býr í Skotlandi, har hann er verkfrøðingur, og Elin býr í Keypmannahavn. Hon er biologur og skrivar nú PhD ritgerð á lærda háskúlanum. Eyðun eigur fýra abbabørn – tveir dreingir og tvær gentur - sum hann er púra býttur uppií.
Hjartaliga tillukku á runda føðingardegnum og takk fyri manga góða samrøðu mín góði bygdarmaður.
-----
Jóannes Hansen