Eyðun, Kim og Terji á REX

Teir tríggir Kim Hansen. Terji Rasmussen og Eyðun Nolsøe skuldu eftir ætlan fari á pall á torginum á Summar Festivalinum, nú festivalurin er avlýstur spæla teir í Havn. Rúni Djurhuus frá byin.fo sigur við planet.fo, at nógv fólk er komið til Havnar nú festivalurin er avlýstur í Klaksvík, tí vilja teir bjóða fólki góðan livandi tónleik. Hann sigur somuleiðis, at hann vónar, at fleiri av teimum tónleikarunum, ið nú ikki sleppa á pall í Klaksvík støkka inn á gólvið, tí pallurin er opin til sama endamál.