Eyðun Klakstein: ÍF drálaði dekan ov nógv (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við høvuðsvenjararnar hjá Skála og ÍF um dystin millum liðini, ið Skála vann 2-1

##med2##

Skála hevur lagt seg trygt á sætta plássið í ongamannalandi við einum 2-1 sigri á ÍF. Ronni Møller Iversen skoraði sigursmálið fyri Skála tá fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. 

Í fyrra hálvleiki var støðan 1-1. Pætur Dam Jacobsen legði Skála á odda í 13. minutti. Lítla løtu seinni javnaði Dávid Langgaard fyri ÍF.

Høvuðsvenjarin hjá Skála, Eyðun Klakstein er sera fegin um, at tað eydnaðist Skála at vinna 2-1, tí hann helt, at ÍF royndi at brúka ov nógva tíð at taka ferðina úr dystinum.

Høvuðsvenjarin hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus iðrar seg um, at ÍF misti eitt stig móti dystarenda. Hann heldur, at spælararnir stríddust væl, og vístu góðan hugburð.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við Eyðun Klakstein og Hans Jørgen Djurhuus. 

(Samrøður við Eyðun Klakstein og Hans Jørgen Djurhuus)