Eyðun Nolsøe í Áarstovu

Nú fáa útisetar í Århus møguleika at syngja við til allar klassikararnar hjá Frændum, tá Eyðun Nolsøe fer á pallin í Áarstovu í Århus nú leygarkvøldið 17. september.

Her fyri var Terji Rasmussen og spældi í Áarstovu, og undirtøkan var somikið góð, at man avgjørdi at fáa hina helvtina av Eyðun og Terja til Århus. Til ber at keypa atgongumerkið í forsølu inntil í morgin hósdagin í kaffistovuni í Áarstovu.
 
Fólk, ið ikki eru limir, kunnu antin gerast limir, ella keypa atgongumerkið við dyrnar, um nøkur eru eftir.