Tveir profilir innan føroyskan tónleik verða at hoyra Live í Fortuna hettar vikuskiftið -tó ikki samstundis. Fríggjakvøldið fer Finnur Jensen, sum vit kenna frá Páll Finnur Páll og nú sum ein av vertinum í ÚF sendingini Radius, at framføra livandi tónleik í Fortuna. Finnur fer á pallin, tá Pub-Quizin, sum byrjar klokkan 22 er liðug. Pub-Quizin, sum hevur verið væl vitjað, fer í summarfrí aftaná vikuskiftið og byrjað verður aftur seinni í august. Leygarkvøldið verður tað Eyðun Nolsøe, sum kemur at geva áhoyrarnum tónleikaligar upplivingar í Fortuna.. Eyðun hevur eitt ótal av framførðslum aftanfyri seg, bæði sum einstaklingur og saman við Frændum, Terja Rasmussen og Pætur við Keldu.