Eyðun Nolsøe á Skarv

Komandi leygarkvøld fer Eyðun Nolsøe at undirhalda við Guitari og sangi á føroyska spælistaðnum Skarv í Keypmannahavn.

Eyðun er í sera væl fyri, siga tey á Skarv og hann liggur framvegis á 1. plássi á 15 teimum bestu heima í Føroyum. Hetta kvøldið fer Eyðun at spæla nýtt og gott gamalt, og har er ikki so lítið at taka av.

 

Leygarkvøldið eru sera nógir góðir føroyskir tónleikarir í Keypmannahavn, so tað kann henda at onkur fer upp at brenna eina solo av seirni um náttina. At enda siga tey á Skarv, at tað vóru nógir góðir tónleikarir sum vildu spæla til júst hettar kvøldið, men valið fall á Eyðun Nolsøe, sum altíð spælir til fult hús.

 

Livandi tónleikurin leygarkvøldið byrjar um miðáttarleitið.