Eyðun Nolsøe spælir í Klaksvík

Fríggjakvøldið leitar Eyðun Nolsøe heim til Klaksvíkar at hava konsert. Hann fer at spæla sangir av nýggju útgávuni hjá sær

Eyðun Nolsøe kom við nýggjari fløgu í farna mánaði, og fyri viku síðani hevði hann útgávukonsert í Norðurlandahúsinum. Hetta vikuskiftið verður hann at hoyra í Klaksvík og í Fuglafirði

 

Fríggjakvøldið kl. 21.00 verður útgávukonsert í Atlantis í Klaksvík, og tá sleppur Eyðun rættiliga at spíla seg út á heimavølli.

 

Leygarkvøldið spælir Eyðun Nolsøe í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.