Eyðun og Gríma 13 fyri megnar Per Gúnt leik

Per Gúnt ein megnarleikur. Fólkini í Grímu og Eyðun Johannessen koma ótrúligani væl frá hesum stóra leiki.

Ummæli

Vit byrja á sjónum. Per Gúnt berjist við kokkin um at bjarga sær uppá ein flaka. Spar míni smáu sigur kokkurin. Per svarar, at honum tørvar lívið, tí hann júst eingin børn hevur. Longu her hóma vit, hvør hesin Per er. Ein dummur hundur. Hann dugir at tosa fyri seg. Hann klárar seg. Kosta hvat tað vil.
Tað er løgið at skula skriva ummæli, tá man nærum onki hevur at finnast at. Bert hevur hug at sláa superlativ - lýsingarorð upp. Bestur, flottastur. Hevði eg skula givið Eyðuni og Grímu karakter høvdu tey fingið 13. Lat ongan iva stinga seg upp. Tað er torført at skula ummæla ein so stóran leik, fyltan við orðum, 40 leiklutum. Man kundi skrivað tjúkkar bøkur um leikin Per Gúnt, tí eru hesi orð fátækslig.
Eyðun hevur valt at leggja senuna á sjónum fyrst, sjálvt um hon í leikinum er í endanum. Hon slær tónan an, og vit læra at kenna hendan norska mannin. Gamli Per Gúnt ferðast aftur á slóðina. Ein slóð fylt við tárum, illgerðum og sviki. Hetta skapar eina serliga melankoli og ger leikin meiri modernaðan. Mest av øllum er Per Gúnt sorgarbundin. Hann satsar einki og glatast. Per Gúnt er ein so lagaligur leikur, at leikstjórin nærum kann gera, hvat hann vil. Alt annað enn at broyta sjálva søguna.
Hvør er Per?
Per er í ringasta føri eitt hým. Eitt menniskja, uttan evni til at umskapast. Per vil vera okkurt. Helst kongur, keisari, ríkur og kendur. Kosta hvat tað vil. Hann fer so langt sum til Dóvratrøllini. Hann vil selja sína sál, ganga við hala sum hini trøllini um hann kann gerast teirra kongur. Hann roynir alt. Vinnur heimsins dýrd, men innan er hann sami tómi hamur. Trøllaboðskapin fær hann við sær, at vera sær sjálvum næstur. Per lýgur so illani, mest fyri sær sjálvum, at hann at enda er um at missa vit og skil.
Samleikin hjá Peri hongur ikki saman. Hann leitar um allan heimin eftir sær sjálvum. Hann roynir seg sum profet, sum handilsmann, sum trøll og alt millum himmal og jørð. Roknistykkið ?Per? gongur ikki upp. Hann er sum ein leykur, tá man pilkar løgini av leykinum, er eingin kjarni í manninum. Ringast av øllum er, at Per veit tað. Hann er sum Kierkegaard, Ibsensa størsti íblástur kemur frá honum, vildi sakt ?demoniskur?. Tað demoniska menniskja vendir sær, ofta uttan at vita tað, frá lívinum. Gálvar eftir lívinum. Hatar tað. Per veit ikki hvussu illani fyrikomnan og harmabundnan hetta ger hann. Kierkegaard meinti, at romantikarar høvdu slíkt lyndi. Romantikarin livir bert í hugans heimi, hann droymir ørar dreymir um arabisk lond, gamlar hetjur og tvætlar um tjóðskap. Sorgarleikurin í leikinum er júst hesin, at Per Gúnt ikki sær, hvussu nógv Solveig elskar hann. Solveig umboðar stórleikan í einari einfaldari norskari bóndagentu. Stórlæti í tí lítla menniskjanum. Solveig eigur alt Peri væntar: trúgv, vón og treytaleysa kærleikan, ið kundi bjargað Peri. Meðan hann leikar sum eitt ørt runt í heiminum, hevur svarið uppá lívsgátuna: ?hvør eri eg?, ?hvat er eitt menniskja? bíða trúfast eftir honum. Lívið rópar eftir Per, hann hoyrir tað ikki. Hann er so hástórur, stoltur og hugmóðigur, at tung gerst hans leið. Knappasmiðurin sigur við Per, at hann sum menniskja skal hava varhugan av tí ætlan lívið hevur við honum. Per er púra lost.
Tað er synd í Per. Hann er sjálvur eitt løstað kensluborið mannabarn. Hann elskar mammu sína, tá hon doyr brestur okkurt í honum. Vit droyma øll um at finna okkara Samarkand, okkara sanna Norðpól okkara Solveig. Eitt mál við lívinum. Per vann allan heimin, men misti seg sjálvan. Tað tragiska er, at hann veit tað. Per er frá sær sjálvum í orsins rætta týdningi.
Ein stórur pallur
Vit eru til gravarferð. Eitt lið við presti, kistu og tí heila gongur gjøgnum salin. Soleiðis er leikurin Per Gúnt. Stórur, við ógvusligum senum. Har eru nógvir pallar. Leikararnir brúka bæði gólv og pallarnar. Næstu løtuna dansa trøllini um allan salin. Bárður Persson er ein góður Dóvrakongur, og í fleiri av teim minst 10 leiklutunum hann hevur. Bárður fyllur sera nógv á senuni. Hann tambar sínar leiklutir, fyllir teir út. Soleiðis minnir hann um Lauru Joensen, ið nærum er tey hon spælir. Eg havi ongantíð sæð ein so steinøran persón sum Apis kongur, á palli. Hesin svaki maður er skerandi tragiskur. Hann heldur seg vera egyptiska kongin Apis. Gongur við eini mumiu á rygginum. Tá Per heldur fyri við hann at hann skuldi hongt seg. Skundar hann sær at gera tað.
Hans Tórgarð og Páll Danielsen eru heilt ótrúligir. Hesir leikararnir egna seg væl til tað kontemplativa, tragiska og melankolska. Hvør betri enn annar. Hans er eisini fínur sum týski læknin Begriffenfeldt. Hetta øra menniskja hevur Eyðun latið í nasistabúna. Birita Mohr er eisini dugnalig, sum Ása móðurin. Tá hon so einaferð doyr, helt eg, at øll røðin eg sat við skuldi hava kreppuhjálp aftaná leikin. Fólk rundan um meg grótu veruliga. Ria Tórgarð, Laura Joensen og Katarina Nolsøe eru topprofessionellar. Tær syngja og dansa, grína og syrgja. Kári Øster var devilsk góður sum Knappasmiður, ið kom eftir sálini hjá Peri. Kári hevur okkurt. Eg haldi hann skuldi spælt skálkur, hann skuldi spælt fani í onkrum leiki, rokni við tað er júst hann. Kristina Hansen er góð sum svikin kvinna/-trøll. Høgni Joensen klárar seg javnt væl eisini, men hevur ongar veruligar áhugaverdar leiklutir. Hans og Páll eiga senuna, saman við kvinnunum. Tónleikurin er eisini hugtakandi. Alt tað tekniska tað riggar, sum tað skal.
Í gandaverð
?Per skalt tú krevja í dag. Hann eftir lívsins ætla n ei fer, hann bræðast skal um, miseydnaður er?
Knappasmiðurin við Per Gúnt
Í tríggjar tímar eru vit slept inn í eina gandaverð. Har eru trøll, har er svik, gorlakkar, villur grátur, deyði og stór sorg. Har er melankoli og fløktar lívsgátur. Men mest av øllum er har sjónleikur, tá hann er bestur. Veruligt drama og sorg av greskum dimensiónum.
Hetta er ein leikur fyri øll. Fólkaskúlaklassar, miðnámsnæmingar serligani. Eg ynski øllum Føroya fólki, at tey brúka 125 krónur og fáa hetta við. Sløkkið sjónvarpið og skrubba av til sjónleik. Hatta eru eini góð ráð. Føroyski veturin er lættari at liva við aftan á. Øll kunnu læra nakað um seg sjálvan av hesum stóra Ibsen drama. Gúnt er betri enn solarium, klænkiskeið. Gúnt er í støðum eins spennandi sum ein landsdystur millum Føroyar og Týskland, har Føroyar eru á odda 2-0.