Øll kenna vit óivað Eyðun og Neil, ið plaga at framføra á ymsum barrum og pubbum kring landið. Nú hava teir fingið tveir menn við sær afturat.
Í annaðkvøld, leygarkvøldið fer ?Eyðun og Neil´s Electric Orchestra? fyri fyrstu ferð at spæla til dans við einum heilum orkestri á Seglloftinum á Tvøroyri.
Teir hava vant dúliga í longri tíð, skrivar tiltakið ? Eyðun & Neil´s Electric Orchestra? á Facebook, ið tú kanst síggja á hesari leinkjuni:
Umframt eina ørgrynnu av coverløgum, fara teir eisini at hava okkurt egið tilfar, hóast teir eru so nýggir á palli.
Tað er Rúni ?Rulio?, ið spælir trummur og Rói Einarsson, ið spælir bass.
Annars geva teir tær í kvøld eina smakkroynd av, hvat verður í annaðkvøld. Teir hita nevniliga upp á Pubbini á Tvøroyri í kvøld. Tá er kostnaðurin 50 kr. at sleppa inn.
Í annaðkvøld er kostnaðurin 150 kr. fyri at sleppa í dansin á Seglloftinum.