Eclipse, Rex, Manhattan og Cippo lata upp kl. 01 eftir nýggjár - og í Rex verður nostalgi fyri allar pengarnar, tá ið Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen spæla í kvøld. Hvør sær - og saman - hava báðir garvaðu tónleikararnir smíðað eitt ótal av føroyskum slagarum síðani fyrru helvt av 80-árunum. Og tað er júst hesi løgini, ið verða spæld í kvøld.
Teir byrja at spæla á midnátt, og tískil ræður um at koma tíðliga fyri at tryggja sær eitt atgongumerki og eitt gott pláss í Rex.
DJ Eddy stendur fyri tónleikinum í Eclipse, og Cippo verður Undirbeat við trimum plátuvendarum.